Skriva út
26. august 2013

TAKS kannar privata nýtslu av vinnuligum bilum

11 feløg hava fingið bræv frá TAKS, har tey verða biðin um greiða frá, um bilarnir hjá felagnum burtur av verða nýttir til vinnuligt virksemi.

Í sambandi við tveir landskappingardystir í fótbólti fyri einari viku síðan, kundi eftirlitið hjá TAKS staðfesta, at fleiri bilar, ið einans skulu nýtast til vinnuligt virksemi, vóru parkeraðir á økinum kring vallirnar, meðan dysturin bleiv spældur. Sambært lønaryvirlitinum hjá feløgunum, er talan um bilar, ið ikki rinda skatt av fríari nýtslu.

Eftirlitið hjá TAKS hevur seinastu tíðina kanna bilar í sambandi við ymisk almenn tiltøk. Fótbóltsdystirnir í Klaksvík og Gøtu vóru enn eitt eftirlitsátak, og hesi 11 feløgini hava nú fingið bræv, har tey verða biðin at greiða nærri frá, hví bilarnir vóru til dystirnar. Feløg hava ikki rætt til at draga íløgu-MVG frá, um akfarið burtur av ikki verður nýtt til MVG-skyldugt virksemi. Í sama viðfangi er tað eisini skattskyldugt hjá privatpersónum at nýta vinnuligar bilar til privata nýtslu.

Tað áleggur øllum feløgum at upplýsa um starvsfólk hava rætt til at nýta akfør til privat ørindi og harvið skattað av fríari nýtslu.


TAKS
26. august 2013