Skriva út
19. desember 2017

TAKS: Rættingar fyri 161 milliónir í 2017

TAKS hevur nú gjørt upp, hvussu eftirlitið hilnaðist í 2017. Tølini vísa, at komið varð fram á 161 milliónir krónur, sum ikki vóru rætt uppgivnar til skattingar.

Í skattskyldugari inntøku vórðu rættingar gjørdar fyri 49,5 milliónir krónur. Í mvg var talan um 28 milliónir, og í kapitalvinningsskatti 83 milliónir. Harumframt koma rættingar í rentustuðli, ferðastuðli og øðrum.

Eftir at TAKS hevur fingið skeivar og manglandi uppgerðir upp á pláss, vísir úrslitið, at landskassin fekk góðar 68 milliónir krónur afturat í 2017.

"Rættingar fyri 161 milliónir krónur ljóðar av nógvum og er nakað oman fyri miðal. Í 2016 var talið 145 milliónir krónur", sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. "Vit síggja tó eisini, at vinnulívið í Føroyum er blivið meira samansett og kompliserað. Vit koma nú oftari fram á stór mál, sum krevja rættingar fyri fleiri milliónir. Hetta vísir, hvussu umráðandi tað er, at TAKS hevur eitt nøktandi eftirlit, sum fylgir við tíðini. Hesi hagtøl vísa eisini, at grundarlag er fyri at styrkja eftirlitið hjá TAKS fyri at tryggja landskassanum røttu inntøkurnar”, sigur Eyðun Mørkøre.