Skriva út
17. oktober 2013

TAKS stongt fyri avgreiðslu vegna flyting

Í samband við at virksemið hjá TAKS á Hálsi í Havn verður flutt til M.A. Winthers gøtu 2, verður stongt fyri telefonavgreiðslu og vanligari avgreiðslu fríggjadagin 18. oktober kl. 12 og allan mánadagin 21. oktober. Týsdagin 22. oktober er opið aftur fyri avgreiðslu í hølunum í M.A. Winthers gøtu 2.

TAKS flytur orsakað av umvælingum, ið verða gjørdar í hølunum á Hálsi. Ætlandi fer TAKS at húsast í M.A. Winthers gøtu komandi tríggjar mánaðirnar. Hølini í M.A. Winthers gøtu eru partar av gomlu hølunum hjá Sjónvarpi Føroya. Viðskiftafólk sum hava ørindi hjá TAKS, meðan TAKS er í M.A Winthers gøtu, kunnu stilla bilin á Frúutrøð.

Virksemið á hinum deildunum er óbroytt.


TAKS
17. oktober 2013