Skriva út
26. november 2013

TAKS strikað yvir 600 virkir

Seinastu trý árini hevur TAKS strikað fleiri enn 600 virkir. Orsøkin er, at TAKS metir ikki, at teirra virksemi hevur verið vinnuligt. Landskassin sparir fitt av peningi, tá ið virkir av røttum verða strikað. Sparingin kemst av, at kostnaðurin at endurrinda mvg minkar, umframt at hallið minkar, sum av órøttum verður mótroknað í skattskyldugum inntøkum.

Tá ið eitt virki verður skrásett hjá TAKS við vinnuligum virksemi, verður tað sum oftast eisini mvg-skrásett. Hetta merkir, at virkiseigarin fær endurgoldið mvg’ið frá landskassanum av teimum útreiðslum, sum eru av at reka virkið. Onkuntíð vísir tað seg tó, at virksemið hjá virkinum ikki er vinnuligt, men meira at samanlíkna við eitt ítriv. Tá er talan um eina støðu, har eigarin av órøttum fær mvg endurgoldið, tí ítrivsvirksemi gevur ikki rætt til at fáa mvg endurrindað.

Harafturat kann hall av vinnuligum virksemi dragast frá aðrari skattskyldugari inntøku, eitt nú um ein virkiseigari fær eina arbeiðsløn aðra staðni frá. Fleiri av teimum virkjunum, sum TAKS nú hevur strikað, hava givið eitt hall, sum eigarin hevur kunnað drigið frá øðrum skattskyldugum inntøkum. Soleiðis kann sigast, at vinnuligt virksemi, sum í veruleikanum ikki er vinnuligt, økir um útreiðslurnar hjá landskassanum bæði við øktum mvg-endurgjaldi og lækkaðum skattainntøkum.

Sambært Eyðun Joensen, leiðara á mvg-deildini hjá TAKS, er trupult at siga, júst hvussu nógv landskassin sparir við hesum 600 strikingunum, men eingin ivi er um, at talan er um fitt av peningi.

- Mannagongdin er hon, at verður tað staðfest, at eitt virki ikki er vinnuligt, so verður mvg-skyldan strikað framyvir. Í praksis fara vit ikki aftureftir eftir útgoldnum mvg’i, men virkið fær framyvir ikki endurgoldið mvg av sínum útreiðslum, tað vit vanliga rópa negativt mvg, sigur Eyðun Joensen.

TAKS hevur havt fokus á hesum í mál- og avrikssáttmálunum seinastu árini, og hetta verður eisini partur av mál- og avrikssáttmálanum fyri 2014.


TAKS
26. november 2013