Skriva út
31. mars 2015

TAKS vann í Hægstarætti

Sølan á 152,5 mió. kr. í sambandi við avhendan av partabrøvum skuldi skattast sum vinningsbýti.

Hægstirættur hevur í dag givið TAKS viðhald í, at tær 152,5 mió. kr., sum partaeigararnir fingu, skattliga ikki skuldu roknast sum søla, men sum vinningsbýti.

Í síni grundgeving leggur Hægstirættur dent á, at partaeigararnir í P/F Vinnuni í fleiri ár ikki høvdu fingið útgoldið vinningsbýti frá felagnum. Partaeigararnir ynsktu at fáa virðini útgoldin, men samstundis vildu teir ikki lata ognarrættin til onnur. Úrslitið varð, at partaeigararnir stovnaðu eitt annað holdingfelag og fluttu ognirnar í hetta felagið.

Einki aktuelt ella ítøkiligt fíggjarligt virksemi var í nýggja holdingfelagnum, og ongar ítøkiligar ætlanir vóru um, hvussu skuldin hjá felagnum í sambandi við partabrævakeypið skuldi gerast upp.

Hægstirættur helt tí, at stovnanin av nýggja holdingfelagnum og sølan av partabrøvunum til hetta felagið ikki var handilsliga grundað. Endamálið við transaktiónini var hinvegin at skipa seg soleiðis, at tann vinningur, sum var í P/F Vinnuni, kundi flytast partaeigarunum uttan at verða skattaðir sum vinningsbýti eftir kapitalvinningsskattalógini. Tað, at feløgini vórðu løgd saman í 2006, stuðlar undir hesa fatan.

– Vit eru væl nøgd við dómin í dag. Okkara meting av hesum málinum hevur verið óbroytt alla tíðina, og vit eru væl nøgd við, at Hægstirættur nú hevur givið okkum viðhald í okkara meting, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Leinki til dómin er her.