Skriva út
22. november 2022

Tolleftirlitið hjá TAKS aldri lagt hald á so nógv hassj sum í ár

45,6 kilo. So nógv hassj hevur tolleftirlitið hjá TAKS lagt hald á higartil í 2022, tað mesta nakrantíð. Síðstu tíggju árini hevur miðaltalið verið 8 kilo, so tað er stórur vøkstur. Næststørsta mongd í eitt ár er 22 kilo, tað var í 2017.

Tolleftirlitið hjá TAKS hevur eisini lagt hald á onnur rúsevni sum kokain, amfetamin og MDMA, men mongdirnar eru smáar og nakað tær somu, sum tær hava verið.

– At hava tolleftirlit við rúsevnum er ein avbjóðandi uppgáva. Ilt er at siga neyvt, hvussu nógv verður smuglað, men á TAKS fegnast vit um, at tað rúsevni, sum hald er lagt á, ongantíð kom á marknaðin í Føroyum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Hevur tú vitan ella mistanka um smugling av rúsevni?

Tú kanst trygt boða tolleftirlitinum frá. Les hvussu á www.taks.fo/fraboda.