Upprunareglurnar í handilssáttmálanum við ES broyttar
Tað er ikki longur krav, at yvirmenn og flestu dekkarar á fiskiskipi skulu vera føroyingar, fyri at fiskurin, sum veiddur verður, skal kunna útflytast til ES sum føroysk upprunavøra.
Í 2021 vórðu skiftisreglur gjørdar til upprunareglurnar í handilssáttmálanum millum Føroyar og ES. Áðrenn skiftisreglurnar komu í gildi, var tað so, at skuldi fiskur útflytast til ES sum føroysk upprunavøra, skuldu allir yvirmenn og minst 75% av dekkarunum á veiðandi skipinum vera føroyingar.
Við skiftisreglunum er hetta krav strikað.
Krøvini, sum skiftisreglurnar seta um uppruna á fiski, eru hesi:
- Skipið skal vera skrásett í Føroyum ella í ES-landi.
- Skipið skal sigla undir føroyskum flaggi ella undir flaggi hjá ES-landi.
- Skipið skal lúka minst annað av niðanfyristandandi krøvum a og b:
- Minst 50% av skipinum skulu vera ogn hjá ríkisborgarum í Føroyum ella í ES.
- Skipið skal vera ogn hjá fyritøku:
- sum hevur høvuðsskrivstovu ella høvuðsrakstrarstað í Føroyum ella í ES-landi, og
- minst 50% av fyritøkuni skulu vera ogn hjá Føroyum, ES-landi, ríkisborgara í Føroyum ella ríkisborgara í ES.
Eru krøvini lokin, kann fiskurin útflytast til ES sum føroysk upprunavøra.
Verður fiskur útfluttur eftir skiftisreglunum, skal útflytarin vísa, at reglurnar eru brúktar
Tað skal gerast í EUR.1-sertifikatinum ella á fakturaváttanini.
Verður EUR.1-sertifikatið brúkt, skal í teig 7 skrivast: ‘TRANSITIONAL RULES’.
Verður fakturaváttanin brúkt – og loyvi til tess er fingið frá TAKS – skal á váttanina skrivast:
“The exporter of the products covered by this document (customs authorization No………) declares that, except where otherwise clearly indicated, these products are of Faroese preferential origin according to the transitional rules of origin.”
TAKS