Vælkomin á nýggju heimasíðu okkara
Við henni vilja vit gera tað lættari hjá tær at finna kunning og at avgreiða tíni viðurskifti við okkum. Málið er, at tú ongantíð skalt hava tørv á at ringja til TAKS, tí at tú ikki finnur tað, tú sóknast eftir.
Tí hava vit givið tær ein góðan leitara
Vit hava eisini gjørt ein sjónligan kalendara, sum minnir teg á allar tínar freistir, og nakað so ítøkiligt sum peningastovnskonturnar hjá TAKS eru komnar á forsíðuna. Tí tað vil fólk hava.
Tekstirnir á síðuni eru somuleiðis smækkaðir niður í klikkbarar yvirskriftir, sum geva tær eitt skjótt yvirlit yvir innihaldið.
Í samstarvi við Sansir
Nýggja síðan er skapt í tøttum samstarvi við Sansir, sum hevur sniðgivið og forritað, umframt at hava veitt holla vegleiðing og sparring.
Og í samstarvi við teg
Tí einki er fullkomið, og finnur tú ikki tað, tú leitar eftir, send okkum eina viðmerking og ver við til at gera síðuna betri fyri øll. Klikk á leinkið niðast á síðuni, skriva tína hugsan og send.
Takk
Síðan hevur verið eitt stórt og spennandi tak, og hon er okkara besta boð uppá, hvussu ein heimasíða hjá TAKS skal vera. Eg vil fegin takka øllum starvsfólkum, sum hava luttikið í arbeiðinum. Serliga vil eg takka starvsfólkunum á HR- og samskiftisdeildini, sum eiga størstu rósuna fyri, at vit eru komin á mál.
Við vón um, at tú og øll onnur uppliva síðuna sum góða, greiða og brúkaravinarliga, ynski eg øllum vælkomnum á síðuna.
Helena D. Højgaard, HR- og samskiftisleiðari