Skriva út
03. mai 2018

Vinnugluggin í nýggjum hami

Ein nýggjur vinnugluggi gevur nú vinnulívinum betri møguleikar at avgreiða viðurskifti síni við TAKS á netinum.

Praktiskt er tað, at nú kann ritast inn á gluggan allastaðni frá við Mínlykil í staðin fyri at vera bundin at ávísari teldu. Hetta gevur eitt fleksiblari amboð.

Nýggi gluggin riggar eisini á flestøllum browsarum, har tann gamli bert kundi nýtast á Internet Explorer og á Firefox.

Nýggjar funkur eru eisini. Eitt nú ber til at gjalda allar rokningar í senn, har ein áður skuldi inn á hvørja kontu sær at gjalda, og toll og vøruskráin er innbygd í síðuna, so lættari er at tolla. Allir brúkarar hava eisini fingið yvirlit yvir rættindi síni á glugganum.

Vinnugluggin er mentur í samstarvi við Elektron.

Vitja nýggja Vinnugluggan