Øll, sum eru undir pensjónsaldur og skattskyldig í Føroyum, rinda prosentpart av skattskyldigu inntøku síni í grunnin. Parturin verður frátrektur sjálvvirkandi. Sama part rinda arbeiðsgevarar av útgoldnari A-inntøku, tó ikki av teirri hjá útlendingum undir FAS og tílíkum skipanum.
Føroya løgting ásetir, hvussu stórur prosentparturin skal vera. Í løtuni er hann 3,0 %.
Hvussu rindi eg í grunnin sum arbeiðsgevari?
Rokning fyri títt gjald sum arbeiðsgevari verður send tær í www.minrokning.fo fyrst í hvørjum mánaði. Har kanst tú eisini fáa gjaldið avgreitt sjálvvirkandi, ella tú kanst eisini stovna eina gjaldsavtalu við TAKS. Tað lættir um, tí tá verður títt arbeiðsmarknaðareftirlønargjald flutt sjálvvirkandi av kontu tíni. Klikk á "Gjaldsavtala hjá virkjum við TAKS" undir snarslóðum og síggj, hvussu tú gert.