Tað er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at allar lønarflytingar eru fevndar av nýggja kravinum um eftirløn. Tað merkir, at eftirløn skal rindast av nevndarsamsýningum, eykastørvum, yvirtíðararbeiði o.s.fr.
Frítíðarlønin er partur av vanligu inntøkuni, og tískil skal eftirløn eisini rindast av frítíðarløn. Tá ið roknað verður, hvussu nógv skal rindast í eftirløn, skal frítíðarlønin takast við í útrokningargrundarlagið, t.e. leggjast aftur at vanligu inntøkuni, og síðan skal eftirlønarparturin roknast út
Dømi: Ein løntakari fær 25.000 krónur í vanligari mánaðarløn, og frítíðarlønin er 12%. í 2019 skal í minsta lagi 5% av hesum rindast sum eftirløn. 12% (frítíðarlønin) av 25.000 kr. er 3.000 kr. Mánaðarlønin og frítíðarlønin samanlagdar geva 28.000 kr. Av hesum skulu rindast 5% í eftirløn, svarandi til 1.400 kr.
Kravið um eftirløn er so ítøkiligt, at verður eftirløn ikki flutt, kann lønin heldur ikki flytast. Sambært lóg eru hesi gjøld tó undantikin hesum kravi:
- vinningur av eydnuspæli, legati, sømdargávu og líknandi,
- útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum,
- uppihaldspeningur sambært hjúnabandslóggávuni,
- útgjald í sambandi við ættleiðingarstuðul,
- útgjald í sambandi við útbúgvingarstuðul,
- útgjald av tryggingarupphædd og líknandi,
- útgjald í sambandi við tænastumannaeftirløn,
- útgjald í sambandi við lívrentu og líknandi,
- útgjald í sambandi við lutaeftirløn,
- útgjald í sambandi við lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk,
- útgjald í sambandi við viðbót til ávísar pensjonistar,
- útgjald í sambandi við barnagjald til einsamallar uppihaldarar,
- útgjald í sambandi við almannapensjónir,
- útgjald í sambandi við forsorgarlógini,
- útgjald í sambandi við stuðul til uppihaldspening,
- útgjald í sambandi við barnavernd.