Skatting av eftirløn
Eftirlønarskatturin er eftir ársinntøku. 30% fyri inntøku, sum er 235.000 ella minni, og vaksandi til 40% fyri inntøku, sum er 330.000 kr. ella størri. Goldið verður um skattaskipanina hjá TAKS. Í fyrstu syftu gjalda øll 40%, og tá ið skattaárið endar, verður gjørt upp, og munurin afturfluttur.
Eftirlønarskatturin fer allur til kommunurnar, einki fer til landið.
Fyri 1. januar 2012 varð eftirlønin sett á kontu óskattað. Skatturin varð ikki kravdur, fyrr enn eftirlønin varð útgoldin. Gev tí gætur, at tað, sum er spart saman til eftirløn eftir 1. januar 2012, verður skattað við útgjald.
Eftir 1. januar 2019 verður eftirlønarskattur rindaður stigvíst eftir skattskyldugu ársinntøkuni eftir hesum stiga:
Er skattskyldiga ársinntøkan størri enn: | men minni enn ella ájavnt við: | er eftirlønarskatturin í prosentum av samlaða inngjaldinum sama árið: |
Kr. 0 | Kr. 235.000 | 30,0 |
Kr. 235.000 | Kr. 240.000 | 30,5 |
Kr. 240.000 | Kr. 245.000 | 31,0 |
Kr. 245.000 | Kr. 250.000 | 31,5 |
Kr. 250.000 | Kr. 255.000 | 32,0 |
Kr. 255.000 | Kr. 260.000 | 32,5 |
Kr. 260.000 | Kr. 265.000 | 33,0 |
Kr. 265.000 | Kr. 270.000 | 33,5 |
Kr. 270.000 | Kr. 275.000 | 34,0 |
Kr. 275.000 | Kr. 280.000 | 34,5 |
Kr. 280.000 | Kr. 285.000 | 35,0 |
Kr. 285.000 | Kr. 290.000 | 35,5 |
Kr. 290.000 | Kr. 295.000 | 36,0 |
Kr. 295.000 | Kr. 300.000 | 36,5 |
Kr. 300.000 | Kr. 305.000 | 37,0 |
Kr. 305.000 | Kr. 310.000 | 37,5 |
Kr. 310.000 | Kr. 315.000 | 38,0 |
Kr. 315.000 | Kr. 320.000 | 38,5 |
Kr. 320.000 | Kr. 325.000 | 39,0 |
Kr. 325.000 | Kr. 330.000 | 39,5 |
Kr. 330.000 | 40,0 |
Øll verða í fyrstu syftu kravd 40%. Tá skattaárið endar, verður uppgjørt, hvussu nógv ein átti at rinda, og munurin verður tá fluttur aftur til løntakaran.
Føroyskar eftirlønir, ið verða rindaðar til eftirlønarveitarar uttanlands, verða ikki skattaðar í Føroyum. Les meira um útlendsk eftirlønarviðurskifti undir snarslóðum.
Sambært lógini hava arbeiðsgevarar ábyrgdina av, at rættur skattur verður goldin av eftirlønunum til løntakararnar. Staðfestir TAKS, at skattur ikki er goldin av eini eftirløn, sum er rindað av arbeiðsgevara, so er tað arbeiðsgevarin og ikki løntakarin, ið fær skattarokningina. Einasti háttur at rinda eftirlønarskatt við inngjald er at rinda eftirlønina um afturhaldsskipanina. Tí er umráðandi, at allir arbeiðsgevarar flyta eftirlønir gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS.
Løntakarar við b-inntøku ella útlendskum arbeiðsgevara skulu gera vart við eftirlønaruppsparing sína á sjálvuppgávuni. Síðan verður skatturin av eftirlønini roknaður sum partur av árligu skattauppgerðini. Fyribilsupplýsingar um eftirlønargjald skulu ikki latast TAKS.
Áðrenn 1. januar 2012 varð eftirlønarsamansparing ikki skattað við inngjald. Í staðin varð skatturin goldin, tá ið hon varð útgoldin. Tí má altíð skiljast millum útgjøld av eftirlønum, sum eru samanspardar áðrenn og eftir 1. januar 2012.
Hvussu skattur verður rindaður við útgjald av eini eftirløn veldst um, hvat fyri slag av eftirløn, ið talan er um, t.e. kapitaleftirløn, lutaeftirløn ella lívrenta, og í hvørjum landi, eftirlønin er samanspard.
Føroysk lutaeftirløn
Hevur tú spart saman til lutaeftirløn í Føroyum áðrenn 1. januar 2012, verður hon skattað sum vanlig a-inntøka við útgjald. Hevur tú spart saman frá 1. januar 2012 ella seinni, verður hon útgoldin skattafrítt.
Donsk lutaeftirløn
Hevur tú spart saman til lutaeftirløn í Danmark til og við 1. juli 2012, verður hon skattað sum b-inntøka við útgjald.
Tekur tú út samansparda virðið á danskari lutaeftirlønarskipan, áðrenn tú hevur rokkið eftirlønaraldri, verða 60% tikin av upphæddini í Danmark, og restin verður flutt til Føroya. Vendir tú tær til TAKS, fært tú munin á 5% millum danska og føroyska avgjaldið á 55% afturgoldnan.
Hevur tú spart saman til lutaeftirløn í Danmark aftan á 1. juli 2012, verður hon útgoldin skattafrítt, um tú ert undir fullari skattskyldu í Føroyum, tá útgoldið verður.
Hevur tú spart saman til lutaeftirløn áðrenn 1. januar 2012, verður hon skattað sum vanlig a-inntøka við útgjald. Hevur tú spart saman frá 1. januar 2012 ella seinni, verður hon útgoldin skattafrítt.
Hevur tú spart til lívrentu hjá donskum eftirlønarveitara, eru somu treytir galdandi sum hjá føroyskum veitara. Einasta undantakið er, at 1. juli 2012 skilur ímillum, hvussu útgjøldini skulu skattast.
Kapitaleftirløn áðrenn 1. januar 2012
Kapitaleftirløn, sum er uppspard áðrenn 1. januar 2012, kann verða útgoldin við 60 ára aldur ella seinni, og tá verða 35% rindað í avgjaldi.
Hevur tú spart til kapitaleftirlønin hjá donskum eftirlønarveitara til og 1. juli 2012 og vilt hava hana útgoldna við 60 ára aldur, verða 40% tikin av upphæddini í Danmark, og hini 60%’ini verða flutt til tín í Føroyum. Vendir tú tær til TAKS, fært tú munin á 5% millum danska og føroyska avgjaldið á 55% afturgoldnan.
Tá talan er um uppsparda peningaupphædd, fáa avvarðandi upphæddina útgoldna, um uppspararin doyr áðrenn eftirlønaraldur. Tá verða 35% rindað í avgjaldi.
Verður kapitaleftirløn, sum er uppspard í Føroyum, útgoldin áðrenn 60 ára aldur, verða 55% goldin í avgjaldi.
Verður kapitaleftirløn, sum er uppspard hjá donskum eftirlønarveitara til og við 1. juli 2012 útgoldin áðrenn 60 ára aldur, verða 60% tikin av upphæddini í Danmark, og tey írestandi 40%’ini verða flutt til tín í Føroyum. Vendir tú tær til TAKS, fært tú munin á 5% millum danska og føroyska avgjaldið á 55% afturgoldnan.
Tað ber somuleiðis til at flyta eftirløn, sum er uppspard í Danmark, heim til eftirlønarveitara í Føroyum við tí fyri eyga framhaldandi at spara upp. Tá verða fyrst 40% av upphæddini flutt, og síðan tey írestandi 60%’ini, tá ið TAKS og føroyski eftirlønarveitarin hava sent neyðug skjøl til danska eftirlønarveitaran.
Kapitaleftirløn 1. januar 2012 og seinni
Tá ið tað snýr seg um frádrátt í skattskyldigu inntøkuni fyri inngjøld til kapitaleftirløn, er hámarkið í 2012 ásett til 25.000 kr. brutto. Tá ið tað kemur til kapitaleftirlønir, uppspardar 1. januar 2012 og seinni, er eisini neyðugt at gera greitt býti millum eftirlønir, ið verða uppspardar í Føroyum og í Danmark.
Føroyskar kapitaleftirlønir
Ert tú 60 ár og eldri, og er tín kapitaleftirløn uppspard í Føroyum í 2012, verður hon útgoldin skatta- og avgjaldsfrítt. Tekur tú kapitaleftirlønina út, áðrenn tú fyllir 60, rindar tú eitt avgjald á 25% av upphæddini.
Danskar kapitaleftirlønir
Hevur tú spart saman til kapitaleftirløn í Danmark í 2012, er umráðandi at skilja ímillum fyri og eftir 1. juli 2012. Viðvíkjandi tí, sum er rindað til og við 30. juni 2012, galda somu viðurskifti sum frammanundan í sambandi við útgjald. Men eftir 1. juli skal rindast skattur av eftirlønarinngjaldinum. Hámarkið fyri kapitaleftirløn er 25.000 krónur árliga brutto.
Kapitaleftirløn 1. juli 2012 og seinni
Ert tú 60 ár og eldri, og hevur rindað eftirløn til danskan eftirlønarveitara í tíðarskeiðnum frá 1. juli 2012 til 31. desember 2012, verður eftirlønin skattað við inngjald. Tá ið eftirlønin verður útgoldin, verður hon útgoldin skatta- og avgjaldsfrítt.
Tekur tú út danska kapitaleftirløn, áðrenn tú fyllir 60, rindar tú eitt avgjald á 25% av upphæddini.