Alt eftir, hvussu nógv ein hevur spart saman til eftirløn, ásetir eftirlønarlógin nakrar treytir fyri, hvussu eftirlønin kann verða samansett av teimum trimum eftirlønarsløgunum, t.e. lívrentu, lutaeftirløn og kapitaleftirløn. Býtið verður roknað av samansparda virðinum útgjaldsdagin.
Um samansparingin er størri enn 400.000 krónur
1) í minsta lagi 45% skulu verða útgoldin sum lívslong veiting, lívrenta. Lívrenta er ein eftirlønarskipan, sum verður útgoldin leypandi, so leingi tann, sum eigur og hevur stovnað tryggingina, er á lívi, men sum fellur burtur, tá ið viðkomandi doyr,
2) í mesta lagi 55% kunnu verða útgoldin sum lutaeftirløn, sum er ein eftirlønarskipan, ið verður útgoldin í eins stórum lutum yvir eitt avtalað tíðarskeið á í minsta lagi 10 ár,
3) í mesta lagi 15% kunnu útgjaldast sum kapitalútgjald. Hetta er upphædd, ið verður útgoldin í einum.
Í sambandi við treytina um, at í minsta lagi 45% skal verða útgoldið sum lívslong veiting, kann lívslanga veitingin ongantíð verða kravd at vera hægri enn 40% av einari arbeiðaraløn sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Upphædd, ið er oman fyri kravdu lívslongu veitingina, kann flytast til lutaeftirlønarsamansparingina, um eftirlønaravtalan loyvir hesum.
Um samansparingin er millum 60.000 og 400.000 krónur
Umframt omanfyrinevndu býtir kunnu hesi eisini velja at fáa eftirlønina útgoldna sum 100% lutaeftirløn.
Um samansparingin er minni enn 60.000 krónur
Umframt omanfyrinevndu býtir kunnu hesi eisini velja at fáa eftirlønina útgoldna sum 100% kapitaleftirløn.