Mvg-uppgerðin kann latast inn upp á tveir mátar.
- Tú kanst lata hana inn á Vinnuglugganum, har uppgerðin liggur klár at fylla út og senda talgilt og ókeypis. Ert tú ikki brúkari av Vinnuglugganum, vel “Um Vinnugluggan” undir snarslóðum og les um tænastuna, og hvussu tú verður brúkari.
- Tú kanst eisini lata inn manuelt. Tað kostar eitt ómaksgjald á 250 kr. Heinta tá mvg-uppgerðina her á síðuni undir snarslóðum, fyll út og send við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella við teldubrævi til mvg@taks.fo.