Fyri at fáa mvg'ið aftur av einum keyptum bili, skal bilurin burturav brúkast til arbeiðskoyring, tað er til uppgávur hjá arbeiðsplássinum. Eitt nú til fundir, umboðan og innkeyp til virksemi, sum arbeiðsplássið rekur. Verður hann nýttur til privatkoyring, fæst mvg'ið ikki aftur.
Privatkoyring er til dømis, at man koyrir egið rusk á brennistøðina við bilinum, fer á møti við honum, til fótbóltsdyst, koyrir børnini í barnagarð, keypir morgunbreyð til familjuna og hvat sum helst, sum ikki er ein uppgáva hjá arbeiðsplássinum. Hevur man tá fingið mvg'ið av bilinum aftur, skal tað endurrindast til TAKS.
So nógv mvg skal endurrindast
Mvg-tíðin er galdandi í fimm ár eftir at bilurin varð keyptur. Mvg'ið, sum TAKS skal hava aftur, verður roknað eftir, nær bilurin bleiv brúktur til privatkoyring fyrstu ferð hesi fimm árini.
Var tað fyrsta árið, skulu 100 prosent av mvg'num endurrindast. Var tað annað árið, skulu 80 prosent endurrindast. Triðja árið 60%, fjórða 40 og fimta 20.
Dømi: Eitt arbeiðspláss keypir ein bil. Virksemið er nógv, og tørvur er á einum bili til arbeiðskoyring burturav. Arbeiðsplássið søkir um og fær mvg'ið av bilinum aftur. Talan er um 100.000 krónur. Tey fyrstu tvey árini verður bilurin bara brúktur til arbeiðskoyring, men triðja árið verður hann eisini brúktur til privatkloyring. Í hesum føri skal arbeiðsplássið rindað 60%, t.e. 60.000 krónur av mvg'num aftur til TAKS.
Roknast kann ikki hinvegin. Tað er, at bilurin kann ikki brúkast til privatkoyring og so seinni til arbeiðskoyring, til dømis tá ið tvey ár eru farin. Tað fæst einki mvg aftur fyri.
Tá ið tey fimm árini eru farin, kann arbeiðsplássið brúka bilin eftir vild
Arbeiðskoyring ella privatkoyring, einki mvg skal endurrindast til TAKS eftir hetta. Øðrvísi er við hesum, um bilurin er leasaður. Les um tað í partinum Leasaðir bilar.
Mvg'ið fæst altíð aftur fyri raksturin av keyptum bilum
Eitt nú av umvæling, brennievni, dekkskifti og tílíkum, sama um bilurin verður brúktur til arbeiðskoyring ella privatkoyring. Hetta er øðrvísi við leasaðum bilum. Les um tað í partinum Leasaðir bilar.