Talan skal vera um íløgu í ikki-vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi
Galdandi er eisini, at:
- Minst 33% av samlaða íløgukostnaðinum uttan mvg skulu vera fingin til vegar sum gáva ella sum ólønt og sjálvboðin arbeiðskraft.
- Arbeiði, sum mvg kann endurrindast fyri, skal vera byrjað eftir 1. januar 2013 og vera endað í síðsta lagi fimm ár eftir, at umsókn um endurrindan er góðkend.
- Fíggjarætlan og kostnaðarætlan fyri íløguna skulu vera góðkendar av statsautoriseraðum, skrásettum ella løggildum grannskoðara.
- Neyðug byggiteknisk myndugleikakrøv og myndugleikaloyvir til íløguna skulu vera góðkend av teirri kommunu, har íløgan verður gjørd.
Treytirnar eru útgreinaðar í mvg-lógini og í kunngerð um mvg fyri ikki-vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi. Finn lóg og kunngerð undir snarslóðum her á síðuni.