Yvirskipað fæst fult afturgjald fyri sponsorvøru og lutvíst afturgjald fyri aðra vøru. Fyri starvsfólkavøru fæst tó einki afturgjald.
Fult afturgjald
Keypir mvg-skrásett ítróttafelag vøru, sum hevur við sponsorat at gera, fær tað alt mvg'ið afturgoldið. Til dømis um tað keypir klæði, har áprentað er logo hjá sponsori.
Lutvíst afturgjald
Keypir mvg-skrásett ítróttafelag vøru, sum ikki hevur við sponsorat at gera, fær tað part av mvg'num afturgoldnan. Til dømis um tað keypir venjingarútgerð ella tilfar til at viðlíkahalda høli og útgerð felagsins. Talan kann eisini vera um mat og drekka til limaveitslu ella aðalfund.
Parturin, sum fæst aftur, svarar til lutfallið millum mvg-skyldigu og samlaðu inntøkuna hjá felagnum tað árið, vøran er keypt. Er mvg-skyldiga inntøkan hetta árið 75.000 krónur og samlaða inntøkan 100.000 krónur, so er lutfallið 75.000/100.000 = 0,75. Tað er, at felagið fær 75 prosent av mvg’num aftur.
Lutfallið skal gerast upp, tá ið roknskaparárið er liðugt. Inntil tá brúkar man lutfallið frá árinum fyri. Tá ið so roknskapurin er liðugur og rætta lutfallið funnið, verður síðsta mvg-uppgerðin hetta árið regulerað samsvarandi.
Einki afturgjald
Keypir mvg-skrásett ítróttafelag vøru, sum hevur við starvsfólk at gera, fær tað einki mvg afturgoldið, sama um vøran hevur við sponsorat at gera ella ikki.
Talan kann til dømis vera um skeið, ferðir og vistir hjá teimum, sum eru í lønandi starvi hjá felagnum, ella hjá íðkarum felagsins í sambandi við venjing og leik teirra.