Fríur bilur er bilur, sum arbeiðsgevari letur starvsfólki at nýta til arbeiðsbrúk og privatbrúk. Fríur bilur er skattskyldigur.
- Fyri 2021 er virðið ásett til at vera 56.000, 65.000, 78.100 og 87.900 kr. fyri bilar, ið viga ávikavist minni enn 1100 kg, frá 1101 til 1300, frá 1301 til 1500 og meira enn 1500.
- Virðið svarar til eina árliga privatkoyring á 10.000 km. Verður koyrt minni, og kann tað prógvast, verður virðið lækkað samsvarandi. Sum prógv kann t.d. nýtast rokniark ella annað skjal, sum greitt vísir býtið millum privata koyring og arbeiðskoyring.
- Upphæddin verður sett í teig 251 í sjálvuppgávuni.
Virðið á fríum ágóðum verður á hvørjum ári ásett av Toll- og skattaráðnum. Undir snarslóðum er talva yvir virðini.
Hvat er munurin á fríum bili og arbeiðsbili?
Fríur bilur kann nýtast til bæði arbeiðsbrúk og privatbrúk. Arbeiðsbilur kann bert nýtast til arbeiðsbrúk, og hann skal hava sjónligt frámerki, til dømis navn ella logo hjá felagnum, sum eigur hann.
Hvat er arbeiðskoyring, og hvat er privatkoyring?
Privatkoyring
Sum privatkoyring verður roknað øll koyring í privatørindum. Koyring millum arbeiðspláss og heim er privatkoyring. Tað verður ikki roknað sum privatkoyring, tá ið starvsfólk í arbeiðskoyring steðgar á fyri at orðna smá privatørindi. Treytin er, at eitt privatørindi ikki er longri enn 200 metrar frá arbeiðsrutuni.
Arbeiðskoyring
Arbeiðskoyring er øll koyring í arbeiðsørindum. Dømi um arbeiðskoyring:
- Koyring við arbeiðsbili í sambandi við starvsfólkatiltøk
- Innkeyp til serlig høvi fyri arbeiðsplássið
- Umboðan
- Átrokandi koyring fyri starvsfólk, t.d. at koyra sjúk starvsfólk heim, hóast hetta kann líkjast privatkoyring.
Hendingakoyring millum heim og arbeiðspláss
Tað er ikki privatkoyring, at starvsfólk í hendingaføri tekur arbeiðsbil við sær til hús. Treytirnar eru, 1) at tað ikki er oftari enn 25 ferðir um árið, 2) at tað orsakað av frástøðu og tíð greitt loysir seg betur fíggjarliga fyri arbeiðsgevaran, 3) at koyrt verður við arbeiðsbilinum heim til bústaðin um kvøldið, og 4) at koyrt verður beinleiðis frá bústaðnum til arbeiðis aftur næsta arbeiðsdag.
Tílík koyring skal altíð vera í samráði við arbeiðsgevaran, og bilurin skal ikki nýtast til privatkoyring annars.
Dømi: Ein sørvingur í Sørvági arbeiðir í Havn. Viðhvørt er fundur á bygd. Nú er fundur í tveir fylgjandi dagar á Flogvøllinum, og sørvingurin koyrir vestur í bilinum hjá arbeiðsgevaranum. Í hesum føri loysir tað seg greitt betur fíggjarliga fyri arbeiðsgevaran, at sørvingurin tekur bilin við heim til hús í Sørvági ímillum hesar báðar fundardagar, heldur enn at koyra aftur til Havnar.
At koyra saman til arbeiðis í arbeiðsbili
At starvsfólk koyra saman til arbeiðis í arbeiðsbili er ikki privatkoyring, um tey fáa løn, frá tí at tey fara í bilin. Tá er talan um koyring í arbeiðstíð í bili arbeiðsgevarans. Víst verður til landsskattanevndaravgerð nr. 05/1992.
Tilkallivakt
Hevur tú arbeiðsbil við heim í sambandi við tilkallivakt, er talan um arbeiðskoyring, tí arbeiðspláss títt er heima við hús, meðan tilkallivaktin er.
Sum tilkallivakt er annars at rokna arbeiðsskipan, har tú fyri samsýning ert bundin at vera tøkur ávíst tíðarskeið uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Tilkallivakt skal vera verulig. Er talan t.d. um uppringingarskipan, har tilkalliskyldan kann latast víðari til annan persón, er ikki talan um veruliga tilkallivakt. Talan skal eisini vera um veruligar avmarkingar í privatlívinum. Ein skal t.d. ikki kunna fara longur frá enn eitt vist, ein skal vera úthvíldur, edrúur o.tíl.
Til ber ikki at hava tilkallivakt alt árið. Tá er talan um frían bil, og koyringin í sjálvari tilkallingini er vinnulig og ikki privat.
Koyring hjá sølufólki
Sølufólk koyra ofta langt og byrja dagin hjá einum kunda og enda hann hjá øðrum. Talan er um privatkoyring, tá ið koyrt verður í vanligum bili frá bústaði til fyrsta kunda. Somuleiðis, tá ið koyrt verður frá síðsta kunda og heim.
At læna vøruvognar til starvsfólk
Sum starvsfólk kanst tú hendingaferð læna vøruvogn ella lastbil frá arbeiðsplássinum til at flyta privata ogn, herundir eisini burturkast. Lánið skal einki kosta arbeiðsgevaranum, tí skal hann skriva tær rokning fyri útreiðslur, sum standast av at læna tær bilin, t.e. til brennievni, trygging, skaða, dekkslit og annað. Til at gera hesa rokning ber til at nýta somu upphædd, sum er ásett fyri at nýta egnan bil í arbeiðsørindum. Við seinastu áseting var upphæddin 3,20 pr. km, alt íroknað. Lænir ella leigar tú regluliga tílíkan bil frá arbeiðsplássinum, er talan um frían bil.
Dømi: Starvsfólk lænir vøruvogn til at flyta innbúgv. Frá arbeiðsplássi til bústað til nýggja bústaðin og aftur til arbeiðsplássið eru 52 km. Rokning til starvsfólk: 3,2*52 = 166,4 kr. Mvg er íroknað.
Serútgjørdir bilar
1) Hevur starvsfólk serútgjørdan bil, har amboð, eykalutir o.a. er innbygt í bilin, eins og nevnt á bls. 76 í vegleiðingarskrivinum 1996, verður koyring millum heim og arbeiðspláss ikki roknað sum privatkoyring. Hetta er tó treytað av, at talan er um dagliga skiftandi arbeiðsstøð. Bilurin skal annars ikki verða brúktur til privatkoyring, tí so er talan um frían bil.
2) Um starvsfólk hevur serútgjørdan bil, har amboð, eykalutir o.a. er innbygt í bilin, eins og nevnt á bls. 76 í vegleiðingarskrivinum 1996, og bilurin vanliga ikki kann nýtast til annað enn tað, hann er serútgjørdur til, t.d. saltbilar og oljubilar, verður koyring millum heim og arbeiðspláss ikki roknað sum privatkoyring.