Tá ið virðisbrøv verða seld, skulu vinningur og tap gevast upp. Skattur verður goldin av muninum millum útveganarpening og sølupening.
Eru virðisprøvini keypt, eftir at kapitalvinningsskattalógin kom í gildi 21. desember 2001, er útveganarpeningurin tann upphædd, sum virðisbrøvini blivu keypt fyri. Eru virðisbrøvini keypt áðrenn henda dag, skulu tey virðisásetast til kursvirðið tann 31. desember 2006 eftir serligum uppgerðarhátti. Henda virðisáseting er grundarlag undir útveganarvirðinum við sølu.
Vinningsbýtið frá feløgum skal roknast við í uppgerðina. Full upphædd skal teljast við.
Skattur, sum útlutandi felag hevur goldið TAKS við útlutan, skal setast í teigin fyri goldnan skatt av vinningsbýti frá føroyskum feløgum. Er skattur goldin uttanlands, skal hesin setast í teigin fyri tað. Skjalprógv skal leggjast við.
Í útrokningini verður hesin skattur tikin við. Tó loyva tvískattasáttmálar, sum Føroyar eru partur av, bert lutvísum frádrátti fyri útlendskan skatt. Til ber at søkja viðkomandi land um at fáa afturbornan tann útlendska skattin, sum frádráttur ikki verður givin fyri.