Feløg, sum hava skyldu at lata ársfrásøgn til Skráseting Føroya
Partafeløg, smápartafeløg og vinnurekandi grunnar
- Partafelagssjálvuppgáva: Skal tastast inn á Vinnuglugganum.
- Roknskapur: Skal latast inn á Vinnuglugganum sum PDF og XBRL saman við partafelagssjálvuppgávuni. Á Vinnuglugganum eitur innlatingarfunkan til roknskapin "Skattlig sundurgreinging".
- Ársfrásøgn: Skal latast inn á Vinnuglugganum sum PDF og XBRL saman við partafelagssjálvuppgávuni.
- Kapitalvinningssjálvuppgáva: Skal tastast inn á Vinnuglugganum. Skal bert latast inn, um upplýsingar um kapitalvinning eru at lata.
Les meira um roknskap, ársfrásøgn og kapitalvinningssjálvuppgávu undir snarslóðum.
Íverksetarafeløg og partafeløg í roknskaparflokki D, t.e. almenn og børsskrásett partafeløg
- Partafelagssjálvuppgáva: Skal tastast inn á Vinnuglugganum.
- Roknskapur: Skal viðfestast sum PDF. Gev gætur, at á Vinnuglugganum eitur innlatingarfunkan til roknskapin "Skattlig sundurgreinging".
- Ársfrásøgn: Skal viðfestast sum PDF.
- Kapitalvinningssjálvuppgáva: Skal tastast inn á Vinnuglugganum. Skal bert latast inn, um upplýsingar um kapitalvinning eru at lata.
Les meira um roknskap, ársfrásøgn og kapitalvinningssjálvuppgávu undir snarslóðum.
Feløg, sum ikki eru skrásett hjá Skráseting Føroya
- Partafelagssjálvuppgáva: Skal tastast inn á Vinnuglugganum.
- Roknskapur: Skal viðfestast sum Excel. Skal setast upp eftir roknskaparleisti hjá TAKS. Gev gætur, at á Vinnuglugganum eitur innlatingarfunkan til roknskapin "Skattlig sundurgreinging".
- Kapitalvinningssjálvuppgáva: Skal tastast inn á Vinnuglugganum. Skal bert latast inn, um upplýsingar um kapitalvinning eru at lata.
Les meira um roknskap og kapitalvinningssjálvuppgávu undir snarslóðum.