Roknskaparleistirnir hjá TAKS hava ymisk format, alt eftir um felagið hevur skyldu at lata ársfrásøgn til Skráseting Føroya, ella tað ikki er skrásett hjá stovninum.
Feløg, sum hava skyldu at lata ársfrásøgn til Skráseting Føroya
Hetta eru t.d. partafeløg, íløgufeløg, keypssamtøkur, vinnurekandi grunnar, loyvishavarar og dótturfeløg hjá útlendskum virkjum.
Hesi skulu brúka roknskaparleistirnar fyri feløg, sum hava skyldu at lata inn ársfrásøgn til Skráseting Føroya. Teir skulu latast inn sum PDF og XBRL á Vinnuglugganum saman við partafelagssjálvuppgávuni. Tveir leistir eru, ein arts-/greinbýttur, og ein funktións-/starvsbýttur. Heinta teir undir oyðubløðum.
Tá ið roknskapurin er innlatin, sæst váttan fyri innlatingini á skíggjanum. Váttanin verður eisini send til teldupostadressuna, sum felagið hevur skrásett í Vinnuglugganum. Gev gætur, at skjøl, ið verða innlatin á Vinnuglugganum, nýtast ikki longur at vera undirskrivað av umboði fyri felagið.
Feløg, sum ikki eru skrásett hjá Skráseting Føroya
Hetta eru t.d. samløgufeløg, sjálvsognarstovnar, fakfeløg og ítróttafeløg.
Hesi skulu brúka roknskaparleistin fyri feløg, sum ikki eru skrásett hjá Skráseting Føroya. Roknskapurin skal latast inn sum Excel á Vinnuglugganum saman við partafelagssjálvuppgávuni. Heinta leistin undir oyðubløðum.
Tá ið roknskapurin er innlatin, sæst váttan fyri innlatingini á skíggjanum. Váttanin verður eisini send til teldupostadressuna, sum felagið hevur skrásett í Vinnuglugganum. Gev gætur, at skjøl, ið verða innlatin á Vinnuglugganum, nýtast ikki at vera undirskrivað av umboði fyri felagið.