Tað skulu vinnurekandi feløg, ið hoyra til roknskaparflokk B ella C sambært ársroknskaparlógini. Dømi um slík feløg eru partafeløg, smápartafeløg, íverksetarafeløg og vinnurekandi grunnar.
Felagsskapir og einstaklingsvirkir lata ikki inn ársfrásøgn.
Ein ársfrásøgn er ein útgreining av ársroknskapinum til at vátta, at hann er rættur og sannur. Umframt roknskapin hevur frásøgnin eisini eina leiðslufrágreiðing og møguliga aðrar supplerandi upplýsingar.
Innlatingarfreistin er seks mánaðir eftir lokið roknskaparár |
Tað skulu vinnurekandi feløg, ið hoyra til roknskaparflokk B ella C sambært ársroknskaparlógini. Dømi um slík feløg eru partafeløg, smápartafeløg, íverksetarafeløg og vinnurekandi grunnar.
Felagsskapir og einstaklingsvirkir lata ikki inn ársfrásøgn.
Gev gætur, at verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.
TAKS kann ikki hjálpa við ársfrásøgn, men spyr ein bókhaldara ella grannskoðara, teir vita.
Kontaktupplýsingar eru á heimasíðu stovnsins, www.skraseting.fo.
Send okkum eina umsókn um ein brúkara. Heinta hana undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum". Avmynda ella skanna útfylta umsókn og send til taks@taks.fo ella til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka tænastuna.
Set teg í samband við Skráseting Føroya. Kontaktupplýsingar eru á heimasíðu stovnsins, www.skraseting.fo.