Skriva út

Fríir ágóðar

Fríir ágóðar eru fíggjarligar sømdir, sum arbeiðsplássið gevur starvsfólkunum aftur at lønini. Eitt nú frían bil og bústað, tó at tað er ikki fríari enn so, at ofta skal skattur rindast av tí.

Tað ger starvsfólkið við at skriva virðið á ágóðanum í sjálvuppgávuna ella fyribilsskattaskrásetingina, og so trekkir TAKS skattin saman við skattinum av lønini. Síggj virðið á ágóðum í Árligum virðisásetingum hjá TAKS undir snarslóðum.

Fríur bilur

Hvat er fríur bilur?

Ein fríur bilur er ein firmabilur, sum arbeiðsplássið eigur, og sum starvsfólk brúkar privat. Tað hevur einki at siga, um hann fyri tað mesta verður brúktur til arbeiðskoyring ella bara skal brúkast til tað. Verður hann brúktur til privatkoyring – einaferð er nóg mikið – er hann fríur.

Verður bilurin bara brúktur til arbeiðskoyring, er tað ein arbeiðsbilur. Ein slíkur skal vera sjónliga frámerktur við navni, búmerki ella øðrum eyðkenni hjá arbeiðsplássinum.

Arbeiðspláss skulu vita, hvat bilarnir hjá teimum verða brúktir til

Í fyrra lagi, tí tey hava skyldu til at upplýsa fyri TAKS, um starvsfólk hevur frían bil. Hetta áliggur arbeiðsplássum sambært § 118, litra b, í skattalógini.

Í øðrum lagi, tí hava tey søkt um at fáa mvg'ið av einum bili aftur, so er bilurin ein arbeiðsbilur, og verður hann bara brúktur einaferð til annað enn tað, skal mvg'ið endurrindast, alt ella lutvíst, og er bilurin leasaður, steðgar afturgjaldingin av mvg'num frá og við tí mánaði, ið privata koyringin hevur verið.

Les meira um mvg og firmabilar undir snarslóðum.

Men hvat er arbeiðskoyring, og hvat er privatkoyring?

Reglan er, at fyri at vera arbeiðskoyring, skal koyringin vera ein partur av uppgávunum hjá arbeiðsplássinum. Er hon ikki tað, er tað privatkoyring.

Arbeiðskoyring er eitt nú koyring í sambandi við fundir, umboðan og innkeyp til virksemið hjá arbeiðsplássinum. Privatkoyring eitt nú koyring í sambandi við egin ørindi, sum eru longri enn 200 metrar frá arbeiðsrutuni, og koyring uttan fyri arbeiðstíð yvirhøvur, kanska til ein fótbóltsdyst ella eitt møti. Vanliga er koyring millum heim og arbeiði eisini privatkoyring.

Dømi: Ein maður fer við arbeiðsbilinum á arbeiðsfund. Á vegnum fer hann í ein handil at keypa dóttrini eina bók, sum hon manglar í skúlanum. Handilin er 300 metrar frá rutuni. sum hann annars kuldi koyrt, um hann fór beint á arbeiðsfundin. Her er talan um privatkoyring, tí tað eru meira enn 200 metrar frá rutuni.

Niðanfyri nærgreina vit regluna um privatkoyring og arbeiðskoyring og vísa undantøk.

Hendingakoyring millum heim og arbeiði

Tað kann vera arbeiðskoyring at koyra millum heim og arbeiði. Tá skal tað: 1) vera avtalað við arbeiðsplássið, 2) vera í mesta lagi 25 ferðir um árið, 3) greitt loysa seg betur fíggjarliga hjá arbeiðsplássinum, 4) koyrast beint heim og beint aftur til arbeiðis næsta arbeiðsdag, t.e. at bilurin skal ikki nýtast til privatkoyring yvirhøvur.

Dømi: Ein sørvágskona arbeiðir í Havn, og stundum eru fundir á bygd. Nú er fundur í tveir fylgjandi dagar á Flogvøllinum, og konan koyrir vestur í bilinum hjá arbeiðsplássinum. Her loysir tað seg greitt betur fíggjarliga fyri arbeiðsplássið, at konan tekur bilin við heim til hús í Sørvági ímillum hesar báðar fundardagar heldur enn at koyra aftur til Havnar.

At koyra saman til arbeiðis í arbeiðsbili

At koyra saman til arbeiðis í arbeiðsbili er arbeiðskoyring, um man fær løn, frá tí at man fer frá húsum. Víst verður til landsskattanevndaravgerð nr. 05/1992.

Tilkallivakt

Tað er arbeiðskoyring at hava arbeiðsbil við heim í sambandi við tilkallivakt.

Tilkallivakt er, at man heima við hús fyri samsýning er bundin at arbeiðsuppgávu uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Verður tilkallað, skal man ikki kunna senda kallið víðari til annan persón, og man skal kunna møta upp beinanvegin, vera væl fyri og edrúur. Annars er tað ikki tilkallivakt.

Til ber ikki at hava tilkallivakt alt árið. Er man kortini altíð tøkur, so hevur man frían bil. Koyring í sambandi við arbeiðsrelateraðar uppgávur er tá arbeiðskoyring, og øll onnur koyring er privat.

Koyring hjá sølufólki

Tað er arbeiðskoyring at koyra millum arbeiðspláss og kundar. Tað er privatkoyring at koyra millum heim og kundar, tó at eru fleiri kundar sama dag, er tað privatkoyring millum heim og fyrsta kunda og millum síðsta kunda og heim. Restin er arbeiðskoyring.

Serútgjørdir bilar

Tað er arbeiðskoyring at koyra millum heim og arbeiði í serútgjørdum bili, sum vanliga ikki kann nýtast til annað enn tað, hann er serútgjørdur til. Ein saltbilur ella oljubilur til dømis. Sama er tað arbeiðskoyring at koyra millum heim og arbeiði í bili, sum er serútgjørdur við tólum, eykalutum ella tílíkum, og man dagliga hevur skiftandi arbeiðsstøð. Verður bilurin brúktur til privatkoyring annars, er talan um frían bil.

At læna bil frá arbeiðsplássinum

Lænir man bil frá arbeiðsplássinum, skal arbeiðsplássið senda tær rokning fyri tað, tí tað skal ikki hava útreiðslur av tí. Lænir man regluliga bil frá arbeiðsplássinum, er talan um frían bil.

Dømi: Eitt starvsfólk lænir vøruvognin hjá arbeiðsplássinum til at flyta innbúgv. Frá arbeiðsplássi til bústað til nýggja bústaðin og aftur til arbeiðsplássið eru 52 km. Rokning til starvsfólk: 3,2*52 = 166,4 kr. Mvg er íroknað.

Fríur kostur

Fríur kostur er skattskyldigur.

Virðið, sum skal skattast, sæst í Árligum virðisásetingum hjá TAKS. Tað vísir virðið pr. dag fyri eina, tvær og tríggjar máltíðir. Starvsfólkið faldar viðkomandi krónutal við talinum á døgum, sum tað hevur fingið frían kost, og setir tað í teig 292 í sjálvuppgávuni.

Fríur bústaður, streymur og hiti

Fríur bústaður er skattskyldigur. Sama eru streymur og hiti.

Virðini, sum skulu skattast, síggjast í Árligum virðisásetingum hjá TAKS. Er ein ágóði ikki givin í eitt heilt ár, ella hevur starvsfólkið goldið part av honum sjálvt, skal virðið minkast samsvarandi.

Í sjálvuppgávuni setir starvsfólkið virðið á fríum bústaði í teig 291, fríum hita í 293 og fríum streymi í 294.

Frí telda og telefon

Starvsfólk rindar ikki skatt av fríari teldu og telefon.

Treytin er, at tað hevur fingið amboðini at ráða yvir í sambandi við arbeiði sítt. Verða tey so harumframt nýtt privat, rindar starvsfólkið ikki skatt av tí.

Frí ferð og fríur bústaður, um man ikki býr í Føroyum

Starvsfólk rindar ikki skatt av fríari ferð og fríum bústaði, sum tað fær at ráða yvir í Føroyum, um tað bara er her í styttri tíðarskeið og ikki flytur bústað higar.

Við styttri tíðarskeið meinast við ikki fleiri enn 180 dagar samanlagt í 12 mánaðir.