Skriva út

Kapitalvinningssjálvuppgáva

Vinnurekandi feløg, sum hava vinning av ognum og/ella virðisbrøvum í roknskaparárinum, skulu lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu. Hon skal latast inn á Vinnuglugganum samstundis sum sjálvuppgávan.

Innlatingarfreistin er 3. juli 2023

Kapitalvinningssjálvuppgávan skal tastast inn á Vinnuglugganum

Rita inn á gluggan og vel sjálvuppgáva > kapitalvinningssjálvuppgáva

Gev gætur, at verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.

Vinningur og tap av virðisbrævasølu

Selur felag virðisbrøv, skal tað geva upp vinning og/ella tap av søluni. Er talan um vinning, skal skattur rindast av honum, t.e. av muninum millum útveganarvirði og søluvirði.

Vórðu virðisbrøvini keypt 21.12.2001 ella seinni, er útveganarvirðið tað sama sum keypsvirðið. Vórðu virðisbrøvini keypt áðrenn 21.12.2001, er útveganarvirðið tað sama sum kursvirðið 31.12.2006, ásett á ávísan hátt.

Vinningsbýtið frá feløgum skal roknast við í uppgerðina

Full upphædd skal teljast við.

Skattur, sum útlutandi felag hevur goldið TAKS við útlutan, skal setast í teigin fyri goldnan skatt av vinningsbýti frá føroyskum feløgum. Er skattur goldin uttanlands, skal hesin setast í teigin fyri tað. Skjalprógv skal leggjast við.

Í útrokningini verður hesin skattur tikin við. Tó loyva tvískattasáttmálar, sum Føroyar eru partur av, bert lutvísum frádrátti fyri útlendskan skatt. Til ber at søkja viðkomandi land um at fáa afturbornan tann útlendska skattin, sum frádráttur ikki verður givin fyri.

Hall kann flytast sum frádráttur til seinni ár

Vísir kapitalvinningsuppgerðin hall, kann tað flytast sum frádráttur til seinni ár, um tað ikki rúmast í vinningi í árinum.

Feløg, sum í inntøkuuppgerðini eftir skattalógini hava hall, kunnu draga tað frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni. Til ber ikki at flyta hall mótsettan veg.

Rentuinntøka og rentuútreiðsla hjá feløgum verður tald upp í roknskapin og skal tískil skattast sambært skattalógini.

Brúk fyri hjálp til kapitalvinningssjálvuppgávuna?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.

Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara

Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Ongan Vinnuglugga?

Send okkum eina umsókn um ein brúkara. Heinta hana undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum". Avmynda ella skanna útfylta umsókn og send til taks@taks.fo ella til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka tænastuna.

Meira at vita?

> Les um Vinnugluggan

Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta Vinnugluggan?

Lat tá inn við oyðublaðnum "Kapitalvinningssjálvuppgáva 2022 hjá feløgum". Heinta tað undir oyðubløðum.

Einstaklingsvirki?

So skalt tú ikki lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu undir vinnu men borgara.

> Ger eitt klikk, so ert tú har.