Roknskapurin skal setast upp eftir roknskaparleisti hjá TAKS
Tríggir leistir eru, RL1, RL2 og RL3. Heinta teir undir oyðubløðum her á síðuni.
- Felagsskapir nýta RL1, t.e. roknskaparleist fyri feløg, sum ikki eru skrásett hjá Skráseting Føroya.
- Íverksetarafeløg og partafeløg í roknskaparflokki D nýta RL2 og RL3, t.e. roknskaparleist fyri feløg, sum hava skyldu at lata inn ársfrásøgn til Skráseting Føroya. RL2 er arts-/greinbýttur, RL3 funktións-/starvsbýttur.
- Partafeløg, smápartafeløg, íverksetarafeløg o.o. nýta somuleiðis RL2 og RL3.
Roknskapurin skal latast inn sum viðfesti til sjálvuppgávuna
Hetta er á Vinnuglugganum undir skiljiblaðnum Sjálvuppgáva > Sjálvuppgáva. Viðfestisfunkan eitur Skattlig sundurgreining ella Skattaroknskapur, alt eftir slagi á felagi.
- Felagsskapir viðhefta í Excel
- Íverksetarafeløg viðhefta í PDF
- Partafeløg og smápartafeløg viðhefta í PDF og XBRL (les um XBRL undir snarslóðum)