Skattafríar veitingar til starvsfólk
Arbeiðsgevarar kunnu geva starvsfólki sínum skattafríar veitingar. Til dømis endurgjald fyri útreiðslur, sum starvsfólk hava havt í starvinum, eina gávu í sambandi við ein serligan starvsdag ella okkurt triðja.
Les reglur og treytir niðanfyri.
Arbeiðsgevari kann rinda starvsfólki endurgjald fyri:
- at nýta egnan bil til arbeiðsørindi
- vistarhald í sambandi við ferðing í arbeiðsørindum innanoyggja
- vistarhald í sambandi við ferðing í arbeiðsørindum uttanlands
Niðanfyri verður hetta útgreinað.
Niðast eru yvirskipaðar treytir og dømi í sambandi við ferðing.
At nýta egnan bil til arbeiðsørindi
Tá ið starvsfólk nýtir egnan bil í ørindum fyri arbeiðsgevara, kann arbeiðsgevarin rinda 3,20 kr. í skattafríum endurgjaldi fyri hvønn koyrdan kilometur.
Vistarhald í sambandi við ferðing í arbeiðsørindum innanoyggja
Tá ið starvsfólk ferðast í arbeiðsørindum innanoyggja, og arbeiðsgevarin rindar tí endurgjald fyri tað eftir reglunum hjá tí almenna, er endurgjaldið skattafrítt.
Gjøldini eru hesi:
- Tímapeningur: 15 kr.
- Fullur dagpeningur: 250 kr.
- Náttarviðbót, skjalprógvað við rokning, í mesta lagi: 1.100 kr.
- Náttarviðbót, ikki skjalprógvað: 230 kr.
Tímapeningur og dagpeningur er ætlaður sum gjald fyri máltíðir og smáttaríir.
Hesa reglur galda eisini í sambandi við ferðing í arbeiðsørindum innanoyggja:
- Dagpeningur verður goldin fyri hvørt fult samdøgur, sum tænastuferðin varir. Fyri hvønn byrjaðan tíma eftir hetta verður goldin tímapeningur.
- Fær starvsfólk fríar máltíðir á tænastuferðini, verður dagpeningurin og tímapeningurin minkaður við 30% fyri døgurða og 30% fyri nátturða.
- Byrjar tænastuferð eftir klokkan 7 og endar áðrenn klokkan 19 sama dag, verður ikki goldin tímapeningur.
- Rímiligar útreiðslur til mat o.a. verða endurgoldnar móti skjalprógvi.
- Náttarviðbót verður veitt fyri at hava ligið nátt burtur frá arbeiðsstaði. Ein nátt er 8 tímar.
- Skjalprógvar starvsfólk ikki útreiðslur til hotell ella líknandi, kann arbeiðsgevarin rinda náttarviðbót á 230 kr. fyri hvørja nátt. Náttarviðbót er ikki skattafrí, um arbeiðsgevarin hevur latið starvsfólkinum pláss at liggja nátt.
- Uppgerð og avrokning skulu gerast fyri hvørja ferð sær.
Vistarhald í sambandi við ferðing í arbeiðsørindum uttanlands
Tá ið starvsfólk ferðast í arbeiðsørindum uttanlands, og arbeiðsgevarin rindar tí endurgjald fyri tað eftir reglunum hjá tí almenna, er endurgjaldið skattafrítt.
Almennu gjøldini fyri ferðing uttanlands eru at finna á heimasíðuni hjá lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum.
Vegleiðing til ferðauppgerð fyri tænastuferðir uttanlands er at finna undir snarslóðum.
Yvirskipaðar treytir í sambandi við ferðing
- Fyri at kunna siga seg ferðast í arbeiðsørindum fyri arbeiðsgevara, skal starvsfólkið vanliga vera í føstum starvi, fáa fasta løn, hava fastan arbeiðsstað og vera burtur aðrastaðni í arbeiðsørindum.
- Fastur arbeiðsstaður er til dømis skrivstova, bygningur, verkstaður ella líknandi – tað er ein staður, har starvsfólkið hevur dagligt tilhald.
- Hevur starvsfólkið skiftandi arbeiðsstaðir og ferðast ímillum, verður tað ikki roknað sum ferðing.
Dømi um skattafríar veitingar í sambandi við ferðing
Dømi 1
Starvsfólk fer á skeið uttanlands. Tað fær ikki løn fyri tað út yvir sínar vanligu føstu løn. Hetta starvsfólk hevur rætt til skattafríar veitingar í form av endurgjaldi fyri tær útreiðslur, sum tað hevur av ferðini í mun til at vera heima, t.e. er fyri ferð, mat og uppihald.
Fekk starvsfólkið løn fyri at fara uttanlands, hevði tað ikki havt rætt til skattafrítt endurgjald, men hevði í staðin havt rætt til samdøgursfrádrátt, um treytirnar annars eru loknar.
Dømi 2
Handverkari fer uttanlands at arbeiða. Hesin hevur ikki rætt til skattafríar veitingar. Hetta er tí, at hann ferðast ikki í arbeiðsørindum frá einum føstum arbeiðsstaði í Føroyum, men hevur fastan arbeiðsstað ella skiftandi arbeiðsstaðir uttanlands. Hetta er sambært § 29, nr. 7, í skattalógini.
Í staðin hevur hann rætt til samdøgursfrádrátt, um hann er uttanlands antin í tveir mánaðir samanhangandi ella í minst 100 dagar í einum 12 mánaða tíðarskeiði.
Dømi 3
Handverkari arbeiðir innanoyggja og hevur skiftandi arbeiðsstaðir. Hesin hevur ikki rætt til skattafríar veitingar, tí at hann hevur ongan fastan arbeiðsstað.
Í staðin hevur hann rætt til ferðastuðul ella stuðul til dupult húsarhald, um hann lýkur treytirnar.
Gáva frá arbeiðsgevara til starvsfólk í sambandi við serstakt høvi er skattafrí, um keypsupphæddin er undir 1.500 kr. við mvg. Er talan um 25, 30, 40 ella 50 ára starvsdag, er keypsupphæddin henda:
25 ár: 2.000 kr.
30 ár: 3.000 kr.
40 ár: 4.000 kr.
50 ár: 5.000 kr.
Gev gætur
Gáva í reiðum peningi er skattskyldig.
Privata nýtsluvirðið á teldu við útbúnaði, sum arbeiðsgevari letur starvfólki at ráða yvir í sambandi við arbeiði, er skattafrítt. Talan er tó framvegis um ogn hjá arbeiðsgevaranum.
Privata nýtsluvirðið á samskifti, sum arbeiðsgevari letur starvsfólki at ráða yvir í sambandi við arbeiði, er skattafrítt.
Hjá persóni, sum ikki hevur bústað í Føroyum
Virðið á fríari ferð og fríum bústaði hjá persóni, sum ikki býr í Føroyum, men sum er í bráðfeingis arbeiðsørindum her, er skattafrítt.
Við bráðfeingis arbeiðsørindi er at skilja arbeiði, sum samanlagt varir styttri enn 180 dagar í einum 12 mánaða tíðarskeiði, sama um persónurin er burtur ímillum ella ikki.
Virðið skal leggjast aftur at lønini. Verður tað trekt frá, er tað ikki skattafrítt.
Hjá persóni, sum hevur bústað í Føroyum
Virðið á fríari ferð millum bústað í Føroyum og arbeiðsstað uttanlands er skattafrítt.
Virðið skal leggjast aftur at lønini. Verður tað trekt frá, er tað ikki skattafrítt.
Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.
Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara
Ring á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.