Skriva út

Vinningsbýtisuppgerð

Vinnurekandi feløg, ið luta út vinning til eigarar sínar, skulu lata inn vinningsbýtisuppgerð. Sum vinningsbýti telur alt, ið felagið letur eigarunum, og sum hevur við sær fíggarligan fyrimun fyri teir.

Innlatingarfreistin er 14 dagar eftir aðalfundaravgerð um útlutan

Vinningsbýtisuppgerðin skal tastast inn á Vinnuglugganum

Rita inn á gluggan og vel sjálvuppgáva > vinningsbýtisuppgerð

Gev gætur, at verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.

Høvuðsreglur fyri vinningsbýti

Vinningsbýti verður roknað við í uppgerðina av skattskyldigu inntøkuni eftir kapitalvinningsskattalógini. Feløg, grunnar o.o., sum eru fult skattskyldig í Føroyum, og sum eiga partapening ella innskotspening í tí útlutandi felagnum, skulu ikki gjalda skatt av vinningsbýtinum, og skattur skal ikki latast av vinningsbýti til partabrøv, sum tað útlutandi felagið sjálvt eigur.

Útlutandi felagið hevur skyldu at eftirhalda skatt av vinningsbýti, og skal skatturin saman við eini vinningsbýtisuppgerð latast inn til TAKS í seinasta lagi 14 dagar eftir, at aðalfundurin hevur tikið avgerð um at luta út. Vinningsbýtisuppgerðin skal vísa, hvussu skatturin er roknaður, og hvørjir persónar og feløg fáa útlutað vinningsbýti. Um útlutað verður til feløg, sum ikki skula rinda skatt, skal hetta eisini síggjast á uppgerðini.

Skattur skal eisini haldast aftur í sambandi við keyp av egnum partabrøvum, um seljarin ikki hevur fingið loyvi frá TAKS-ráðnum um, at sølan skal gerast upp sum vanlig avhendan.

Skatturin áliggur tó móttakaranum í síðsta enda.

Hvør rindar skatt av vinningsbýti, og hvør rindar ikki?

Feløg, grunnar o.o., sum eru fult skattskyldig í Føroyum, og sum eiga partapening ella innskotspening í útlutandi felagnum, skulu ikki gjalda skatt av vinningsbýtinum, og skattur skal ikki latast av vinningsbýti til partabrøv, sum tað útlutandi felagið sjálvt eigur.

Útlutandi felagið hevur skyldu at eftirhalda skatt av vinningsbýti.

Verður vinningsbýti útlutað til likamligar persónar, skulu 35% verða hildin aftur í skatti, og 18% skula haldast aftur av útlutan til feløg, grunnar o.tíl., sum ikki eru skattskyldig í Føroyum.

Hevur felagið ikki goldið afturhildnan skatt, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjaldsdegnum at rokna.

Útlutanarreglur

Útlutan við avtøku av felagi

Útlutan í tí ári, felagið er endaliga avtikið, verður ikki roknað sum vinningsbýti, men verður gjørd upp eftir reglunum um sølu og aðra avhending.

Útlutan við niðurskriving av partapeningi

Útlutan, tá ið partapeningur verður niðurskrivaður, skal sum útgangsstøði viðgerast sum vinningsbýti. Tó kann søkjast um loyvi til at viðgerðin fer fram eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending. Sí krøv í viðmerkingunum til § 1, stk. 4, í kapitalvinningsskattalógini undir snarslóðum.

Útlutan við avhendan av partabrøvum

Tá partabrøv verða avhendað aftur til tað útgevandi felagið, skal øll søluupphæddin roknast sum vinningsbýti. Her kann eisini søkjast um loyvi at fáa søluna viðgjørda sum vanlig avhendan. Sí krøv í viðmerkingunum til § 5, stk. 2, í kapitalvinningsskattalógini undir snarslóðum.

Brúk fyri hjálp til vinningsbýtisuppgerðina?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.

Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara

Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Ongan Vinnuglugga?

Send okkum eina umsókn um ein brúkara. Heinta hana undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum". Avmynda ella skanna útfylta umsókn og send til taks@taks.fo ella til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka tænastuna.

Meira at vita?

> Les um Vinnugluggan

Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta Vinnugluggan?

Lat tá inn við oyðublaðnum "Vinningsbýtisuppgerð 2022 hjá feløgum". Heinta tað undir oyðubløðum her á síðuni.