XBRL
XBRL er ein máti at talgilda roknskapir hjá feløgum, so at teir verða lættari at arbeiða við hjá myndugleikunum. Tað vann fram um aldarskiftið og hevur síðan verið innført í alt fleiri londum.
XBRL er fyrst og fremst gott fyri teir myndugleikar, sum skulu kanna og viðgera roknskapirnar – í hesum føri TAKS, Skráseting Føroya og Hagstovan. Fyrimunirnir eru fleiri:
- Við XBRL slepst undan at tasta upplýsingar frá innkomnum skjølum inn í telduskipanir.
- Roknskapirnir verða uppsettir eins, og lættari verður at samanbera tøl frá ymiskum bransjum.
- Størri arbeiðsorka verður til at hava eftirlit við, at roknskapirnir eru rættir.
- Vinnulívið fær sum frá líður eina betri hagtalstænastu.
Taksonomi
At ein roknskapur skal latast inn í XBRL-formati hevur við sær, at hann skal parast við eina taksonomi. Ein taksonomi er ein standardskrá yvir allar teigar, sum eiga at vera í einum roknskapi. TAKS hevur gjørt eina slíka taksonomi. Heinta hana í zip-mappu undir snarslóðum.
Felags fyri tey er, at tey eru skrásett hjá Skráseting Føroya, og ofta hava størri roknskapir at lata inn. Tað er XBRL gott til. Er talan hinvegin um virkir, sum ikki eru skrásett hjá Skráseting Føroya, t.d. einstaklingsvirkir, skulu tey ikki lata inn í XBRL, tí tey hava vanliga minni umfatandi roknskapir. Slík virkir skulu lata inn í excel-formati og seta roknskapin upp eftir einum av standard roknskaparleistunum hjá TAKS.
Tú kanst lesa meira um roknskap hjá feløgum og einstaklingsvirkjum undir snarslóðum.
XBRL krevur innlit í bæði roknskap og kunningartøkni. Hevur tú ikki tað, mæla vit til, at tú setir teg í samband við ein grannskoðara, bókhaldara ella KT-veitara. Teir duga at hjálpa tær.
Til ber ikki biðja TAKS um hjálp til XBRL.