Ársfrásøgn
Vinnurekandi feløg skulu hvørt ár lata inn ársfrásøgn. Hon útgreinar ársroknskapin fyri at vátta, at hann er rættur og sannur. Hon vísir eisini eina leiðslufrágreiðing og møguliga aðrar supplerandi upplýsingar.
Innlatingarfreistin er seks mánaðir eftir lokið roknskaparár |
Tað gera vinnurekandi feløg, ið hoyra til roknskaparflokk B ella C sambært ársroknskaparlógini. Tak eitt nú partafeløg, smápartafeløg, íverksetarafeløg og vinnurekandi grunnar.
Ritað verður inn við Samleikanum
Leinkið til sjálvgreiðsluna hjá Vinnustovninum finnur tú undir snarslóðum her á síðuni og á Vinnuglugganum undir Sjálvuppgáva > Ársfrásøgn.
Best er at spyrja bókhaldara ella grannskoðara
Skráseting Føroya er eisini ein møguleiki. Kontaktupplýsingar eru á heimasíðu stovnsins, www.skraseting.fo.
TAKS kann ikki hjálpa við ársfrásøgn.
Skalt tú bara lata inn ársfrásøgn, so nýtist tær fyri so vítt ikki Vinnugluggan. Tú kanst bara trýsta á leinkið til sjálvgreiðsluna hjá Vinnustovninum undir snarslóðum her á síðuni og lata inn.
Gluggin er góður kortini
Send okkum eina umsókn um at gerast brúkari. Heinta hana undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum". Avmynda ella skanna útfylta umsókn og send til taks@taks.fo ella til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka tænastuna.