Freistir og mannagongdir til sjálvuppgávuna 2023 hjá feløgum
Síggj nær og hvussu, ið latast skal inn, og fá leinki til meirlesnað um evnini.
Sjálvuppgáva
- Skal altíð latast inn
- Skal tastast inn á Vinnuglugganum
- Freistin er 1. juli 2024
- Les um sjálvuppgávu
Roknskapur
- Skal altíð latast inn
- Skal latast inn á Vinnuglugganum sum viðfesti til sjálvuppgávuna
- Freistin er 1. juli 2024
- Les um roknskap
Kapitalvinningssjálvuppgáva
- Skal latast inn, um vinningur hevur verið av ogn ella virðisbrøvum
- Skal tastast inn á Vinnuglugganum
- Freistin er 1. juli 2024
- Les um kapitalvinningssjálvuppgávu
Vinningsbýtisuppgerð
- Skal latast inn, um vinningur er útlutaður til eigarar
- Skal tastast inn á Vinnuglugganum
- Freistin er 14 dagar eftir aðalfundaravgerð um útlutan
- Les um vinningsbýtisuppgerð
Ársfrásøgn
- Skal altíð latast inn
- Skal latast inn til Skráseting Føroya via sjálvgreiðsluna hjá Vinnustovninum
- Freistin er seks mánaðir eftir lokið roknskaparár
- Les um ársfrásøgn
Ongan Vinnuglugga?
Hann er eitt must, um tú ert vinnurekandi.