Kapitalvinningssjálvuppgáva
Vinnurekandi feløg, sum hava vinning av ogn ella virðisbrøvum í roknskaparárinum, skulu saman við sjálvuppgávuni lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu.
Innlatingarfreistin er 1. juli 2024 |
Rita inn á gluggan og vel sjálvuppgáva > kapitalvinningssjálvuppgáva
Gev gætur, at verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.
Selur felag virðisbrøv, skal tað geva upp vinning og tap av søluni. Er talan um vinning, skal skattur rindast av honum, t.e. av muninum millum útveganarvirði og søluvirði.
Vórðu virðisbrøvini keypt 21.12.2001 ella seinni, er útveganarvirðið tað sama sum keypsvirðið. Vórðu virðisbrøvini keypt áðrenn 21.12.2001, er útveganarvirðið tað sama sum kursvirðið 31.12.2006, ásett á ávísan hátt.
Vinningsbýtið frá feløgum skal roknast við í uppgerðina
Full upphædd skal teljast við.
Skattur, sum útlutandi felag hevur goldið TAKS við útlutan, skal setast í teigin fyri goldnan skatt av vinningsbýti frá føroyskum feløgum. Er skattur goldin uttanlands, skal hesin setast í teigin fyri tað. Skjalprógv skal leggjast við.
Í útrokningini verður hesin skattur tikin við. Tó loyva tvískattasáttmálar, sum Føroyar eru partur av, bert lutvísum frádrátti fyri útlendskan skatt. Til ber at søkja viðkomandi land um at fáa afturbornan tann útlendska skattin, sum frádráttur ikki verður givin fyri.
Tað er, um tað ikki rúmast í vinningi í árinum.
Feløg, sum í inntøkuuppgerðini eftir skattalógini hava hall, kunnu draga tað frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni. Til ber ikki at flyta hall mótsettan veg.
Rentuinntøka og rentuútreiðsla hjá feløgum verður tald upp í roknskapin og skal tískil skattast sambært skattalógini.
Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara
Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.
Send okkum eina umsókn um at gerast brúkari
Heinta hana undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum". Avmynda ella skanna útfylta umsókn og send til taks@taks.fo ella til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka tænastuna.
Meira at vita?
Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta Vinnugluggan?
Lat tá inn við oyðublaðnum "Kapitalvinningssjálvuppgáva 2023 hjá feløgum". Heinta tað undir oyðubløðum.