Skriva út

Sjálvuppgáva

Vinnurekandi feløg skulu hvørt ár lata inn sjálvuppgávu og roknskap, stundum kapitalvinningssjálvuppgávu, ársfrásøgn og vinningsbýtisuppgerð. Eisini feløg við skattafrælsi lata inn.

Innlatingarfreistin er 1. juli 2024

 

Sjálvuppgávan skal tastast inn á Vinnuglugganum

Rita inn á gluggan og vel sjálvuppgávan 2023 > fyll út sjálvuppgávu

Gev gætur, at verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.

Roknskapurin skal latast inn saman við sjálvuppgávuni

Hann skal setast upp eftir roknskaparleisti hjá TAKS og viðfestast sum fíla

  • Felagsskapir viðfesta sum Excel
  • Íverksetarafeløg viðfesta sum PDF
  • Partafeløg og smápartafeløg viðfesta sum PDF og XBRL

Viðfestisfunkan er á somu síðu sum sjálvuppgávan. Hjá partafeløgum, smápartafeløgum og íverksetarafeløgum eitur hon Skattlig sundurgreining. Hjá felagsskapum Skattaroknskapur.

Meirlestur

> Roknskapur

Kapitalvinningssjálvuppgáva, vinningsbýtisuppgerð og ársfrásøgn

Kapitalvinningssjálvuppgáva

Skal latast inn, um vinningur hevur verið av ogn ella virðisbrøvum. Skal latast inn á Vinnuglugganum saman við sjálvuppgávuni. Skal tastast inn undir Sjálvuppgáva > Kapitalvinningssjálvuppgáva.

Vinningsbýtisuppgerð

Skal latast inn, um vinningur er útlutaður til eigarar. Skal tastast inn á Vinnuglugganum undir Sjálvuppgáva > Vinningsbýtisuppgerð. Innlatingarfreistin er 14 dagar eftir aðalfundaravgerð um útlutan.

Ársfrásøgn

Skal altíð latast inn. Skal latast inn til Skráseting Føroya via sjálvgreiðsluna hjá Vinnustovninum. Partafeløg og smápartafeløg lata inn sum PDF og XBRL, íverksetarafeløg sum PDF. Felagsskapir lata ikki inn ársfrásøgn. Innlatingarfreistin er seks mánaðir eftir lokið roknskaparár. Leinkið til sjálvgreiðsluna finnur tú á Vinnuglugganum undir Sjálvuppgáva > Ársfrásøgn.

Meirlestur

> Kapitalvinningssjálvuppgáva
> Vinningsbýtisuppgerð
> Ársfrásøgn

Lat rætt og rættstundis inn

Um ikki, kann TAKS kann áleggja sekt, og Skráseting Føroya kann áleggja sekt og senda til tvingsilsavtøku

Sektin hjá TAKS er upp til 5.000 kr. fyri ávikavist sjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu, í alt upp til 10.000 kr. Verður framvegis ikki innlatið, metir TAKS um skattin og sendir felagnum eitt hoyringsskriv, har tað kann siga sína hugsan um metingina.

Sektin skal altíð rindast.

Innlatingarfreistin er 1. juli 2024

Tá skal fullfíggjað sjálvuppgáva, t.e. sjálvuppgáva, roknskapur og kapitalvinningssjálvuppgáva, vera TAKS í hendi.

Brúk fyri hjálp til sjálvuppgávuna?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara

Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Ongan Vinnuglugga?

Send okkum eina umsókn um at gerast brúkari. Heinta hana undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum". Avmynda ella skanna útfylta umsókn og send til taks@taks.fo ella til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka tænastuna.

Meirlesnaður

> Um Vinnugluggan

Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta Vinnugluggan?

Lat tá inn við oyðublaðnum "Sjálvuppgáva 2023 hjá feløgum". Heinta tað undir oyðubløðum her á síðuni.