Tænastuferð er ferð hjá starvsfólki í sambandi við arbeiðið. Tað ferðast í arbeiðsørindum og kann tá fáa endurgjald frá arbeiðsgevaranum fyri tað, sum tað rindar fyri ferðaseðlar, mat og uppihald á ferðini. Til tess skal tað vera í føstum starvi, fáa fasta løn og hava ein fastan dagligan arbeiðsstað at koma til í Føroyum, t.d. einhvønn bygning.
Er upphæddin á endurgjaldinum hjá arbeiðsgevaranum hin sama sum hjá tí almenna, er endurgjaldið skattafrítt.
Endurgjaldsupphæddir í sambandi við tænastuferð hjá tí almenna innanlands
- Tímapeningur: 15 kr.
- Fullur dagpeningur: 250 kr.
- Náttarviðbót, skjalprógvað við rokning, í mesta lagi: 1.100 kr.
- Náttarviðbót, ikki skjalprógvað: 230 kr.
Endurgjaldsupphæddir í sambandi við tænastuferð hjá tí almenna uttanlands
Endurgjaldsupphæddir standa í rundskrivi um tænastuferðir uttanlands. Leinkjað verður til skrivið undir snarslóðum her á síðuni. Gev gætur, at skrivið verður javnan dagført. Beinir leinkið til áður galdandi skriv, leita so fram rætt skriv á logir.fo. Skriva "tænastuferðir uttanlands" í gluggan "frítekstur" á logir.fo, klikk á leita, og fram kemur listi, har galdandi skriv stendur á.
Endurgjaldstreytir:
- Dagpeningur verður goldin fyri hvørt fult samdøgur, sum tænastuferðin varir. Fyri hvønn byrjaðan tíma eftir hetta verður goldin tímapeningur.
- Fær starvsfólk fríar máltíðir á tænastuferðini, verður dagpeningurin og tímapeningurin minkaður við 30% fyri døgurða og 30% fyri nátturða.
- Byrjar tænastuferð eftir klokkan 7 og endar áðrenn klokkan 19 sama dag, verður ikki goldin tímapeningur.
- Rímiligar útreiðslur til mat o.a. verða endurgoldnar móti skjalprógvi.
- Náttarviðbót verður veitt fyri at hava ligið nátt burtur frá arbeiðsstaði. Ein nátt er 8 tímar.
- Skjalprógvar starvsfólk ikki útreiðslur til hotell ella líknandi, kann arbeiðsgevarin rinda náttarviðbót á 230 kr. fyri hvørja nátt. Náttarviðbót er ikki skattafrí, um arbeiðsgevarin hevur latið starvsfólkinum pláss at liggja nátt.
- Uppgerð og avrokning skulu gerast fyri hvørja ferð sær.
Dømi um skattafríar endurgjaldsupphæddir
Dømi 1
Starvsfólk fer á skeið uttanlands og fær einki fyri tað uttan sína vanligu løn:
Endurgjaldið til hetta starvsfólk er skattafrítt. So var ikki, um starvsfólkið fekk einhvørja upphædd umframt lønina. Tá hevði tað hinvegin havt rætt til samdøgursfrádrátt.
Dømi 2
Handverkari fer uttanlands at arbeiða:
Endurgjaldið til handverkaran er ikki skattafrítt, tí ferðast verður ikki frá einum føstum dagligum arbeiðsstaði í Føroyum. Rættur kann hinvegin vera til samdøgursfrádrátt, um uppihaldið uttanlands antin varir tveir samanhangandi mánaðir ella minst hundrað dagar út av einum tólv mánaða skeiði.
Dømi 3
Handverkari arbeiðir í Føroyum og hevur skiftandi arbeiðsstaðir:
Endurgjaldið til handverkaran er ikki skattafrítt, tí eingin fastur arbeiðsstaður er. Í staðin kann rættur vera til ferðastuðul ella stuðul til dupult húsarhald.