Rita inn á gluggan og vel sjálvuppgáva > vinningsbýtisuppgerð
Gev gætur, at verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.
Vinnurekandi feløg, ið luta út vinning til eigarar sínar, skulu lata inn vinningsbýtisuppgerð. Sum vinningsbýti telur alt, ið felagið letur eigarunum, og sum hevur við sær fíggarligan fyrimun fyri teir.
Innlatingarfreistin er 14 dagar eftir aðalfundaravgerð um útlutan |
Gev gætur, at verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.
Útlutan í tí ári, felagið er endaliga avtikið, verður ikki roknað sum vinningsbýti, men verður gjørd upp eftir reglunum um sølu og aðra avhending.
Útlutan, tá ið partapeningur verður niðurskrivaður, skal sum útgangsstøði roknast sum vinningsbýti. Tó kann søkjast um loyvi til, at viðgerðin fer fram eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending. Sí krøv í viðmerkingunum til § 1, stk. 4, í kapitalvinningsskattalógini undir snarslóðum.
Tá ið partabrøv verða avhendað aftur til útgevandi felagið, skal øll søluupphæddin roknast sum vinningsbýti. Her kann eisini søkjast um loyvi at fáa søluna viðgjørda sum vanlig avhendan. Sí krøv í viðmerkingunum til § 5, stk. 2, í kapitalvinningsskattalógini undir snarslóðum.
Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.
Send okkum eina umsókn um at gerast brúkari. Heinta hana undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum". Avmynda ella skanna útfylta umsókn og send til taks@taks.fo ella til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka tænastuna.
Lat tá inn við oyðublaðnum "Vinningsbýtisuppgerð 2023 hjá feløgum". Heinta tað undir oyðubløðum her á síðuni.