XBRL er fyrst og fremst gott fyri teir myndugleikar, sum skulu kanna og viðgera roknskapirnar – í hesum føri TAKS, Skráseting Føroya og Hagstovan. Fyrimunirnir eru fleiri:
- Við XBRL slepst undan at tasta upplýsingar frá innkomnum skjølum inn í telduskipanir.
- Roknskapirnir verða uppsettir eins, og lættari verður at samanbera tøl frá ymiskum bransjum.
- Størri arbeiðsorka verður til at hava eftirlit við, at roknskapirnir eru rættir.
- Vinnulívið fær sum frá líður eina betri hagtalstænastu.
Taksonomi
At ein roknskapur skal latast inn í XBRL-formati hevur við sær, at hann skal parast við eina taksonomi. Ein taksonomi er ein standardskrá yvir allar teigar, sum eiga at vera í einum roknskapi. TAKS hevur gjørt eina slíka taksonomi. Heinta hana í zip-mappu undir snarslóðum.