Skriva út

Roknskapur

Vinnurekandi feløg skulu hvørt ár lata inn roknskap á Vinnuglugganum saman við sjálvuppgávuni.

Innlatingarfreistin er 1. juli 2025

 

Roknskapurin skal setast upp eftir roknskaparleisti hjá TAKS

Tríggir leistir eru, RL1, RL2 og RL3. Heinta teir undir oyðubløðum her á síðuni.

  • Felagsskapir nýta RL1, t.e. roknskaparleist fyri feløg, sum ikki eru skrásett hjá Skráseting Føroya.
  • Íverksetarafeløg og partafeløg í roknskaparflokki D nýta RL2 og RL3, t.e. roknskaparleist fyri feløg, sum hava skyldu at lata inn ársfrásøgn til Skráseting Føroya. RL2 er arts-/greinbýttur, RL3 funktións-/starvsbýttur.
  • Partafeløg, smápartafeløg, íverksetarafeløg o.o. nýta somuleiðis RL2 og RL3.
Roknskapurin skal latast inn sum viðfesti til sjálvuppgávuna
  • Felagsskapir viðfesta í Excel
  • Íverksetarafeløg viðfesta í PDF
  • Partafeløg og smápartafeløg viðfesta í PDF og XBRL

Hjá felagsskapum eitur viðfestisfunkan Skattaroknskapur. Hjá partafeløgum, smápartafeløgum og íverksetarafeløgum eitur hon Skattlig sundurgreining.

XBRL

XBRL merkir eXtensible Business Reporting Language og er ein máti at gera roknskapir lættari at viðgera hjá myndugleikum – í hesum føri hjá TAKS, Skráseting Føroya og Hagstovuni.

  • Tað slepst undan at tasta upplýsingar frá innkomnum skjølum inn í telduskipanir.
  • Roknskapirnir verða uppsettir eins, og lættari verður at samanbera ymiskar bransjur.
  • Vinnulívið fær sum frá líður eina betri hagtalstænastu.

XBRL er fyri partafeløg, smápartafeløg og vinnurekandi grunnar, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya og ofta hava størri roknskapir at lata inn. Tað er XBRL gott til.

XBRL-roknskapur skal parast við eina taksonomi

Tað er ein standardskrá yvir allar teigar, sum skulu vera í einum roknskapi. TAKS hevur gjørt eina slíka taksonomi. Heinta hana undir snarslóðum í ZIP-formati.

XBRL krevur innlit í roknskap og kunningartøkni

Hevur man brúk fyri hjálp til XBRL, er tí best at spyrja grannskoðara ella bókhaldara. TAKS kann ikki hjálpa við XBRL.

Bókhaldskrøv
  • Allar skrásetingar skulu kunna lesast aftur til skattligu uppgerðirnar.
  • Tølini í skattauppgerðini skulu kunna loysast upp í tey tøl, tey eru sett saman av.
  • Nettosølan skal vísast fyri seg og skal gerast upp við atliti at tilgóðahavandi fyri vørusølu og tænastur við ársbyrjan og ársenda.
  • Vørunýtsla, lønir, aðrar starvsfólkaútreiðslur og kostnaðir annars skulu upplýsast serstakt eftir slagi.
  • Eru útreiðslur nýttar til støðisfæ ella privata nýtslu, skulu flytingarnar upplýsast serstakt fyri hvønn kostnað sær.
  • Avskrivingar, sum stava frá staðfestum tapi upp á skuldarar, skulu vísast serstakt.
  • Støðisfæ, sum verður avskrivað, skal sundurliðast, so at avskrivingargrundarlagið kann eftiransast.
  • Árligar avskrivingar skulu vísast fyri seg í roknskapinum, sundurliðaðar eftir slagi á støðisfæi.
  • Fyri bygningar o.a., sum verður avskrivað, skulu útveganarár og útveganarpeningur upplýsast.
  • Fíggjarstøða við uppgerð yvir ogn og skuld við ársenda skal fyriliggja sum partur av roknskapinum.
Avskrivingar

Summar íløgur kunnu vera so stórar, at tær mugu avskrivast yvir fleiri ár.

Rakstrargøgn, sum kosta 20.000 kr. ella minni, kunnu dragast beinleiðis frá skattskyldigari inntøku. Er útveganarvirðið størri, verður tað tilført fíggjarstøðuna sum avskrivingarbær salda, ið kann avskrivast við 30% av salduvirðinum árliga. Hetta er sambært § 2, stk. 5, í avskrivingarlógini.

Verða amboð keypt fyri 100.000 kr., kunnu fyrsta árið avskrivast 30% av 100.000, annað árið 30% av 70.000, triðja 30% av 49.000 og so frameftir.

Gev gætur

  • Er talan um persónbil, verður útveganarvirðið yvir 150.000 kr. ikki talt við í avskrivingarbæru salduna. Hetta er sambært § 5a í avskrivingarlógini.
  • Verða innrættingar gjørdar í leigaðum hølum, kann avskrivast við 10% árliga í 10 ár.
Brúk fyri hjálp til roknskapin?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.

Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Einstaklingsvirki?

So skalt tú brúka roknskapin hjá borgarum. Tað verður í mars.

Kom forbí aftur tá.