Sjálvuppgáva
Vinnurekandi feløg skulu hvørt ár lata sjálvuppgávu og roknskap inn til TAKS, stundum eisini kapitalvinningssjálvuppgávu og vinningsbýtisuppgerð. Eisini feløg við skattafrælsi lata inn.
Innlatingarfreistin er 1. juli 2025 |
Rita inn á gluggan og vel sjálvuppgávan 2024 > fyll út sjálvuppgávu.
Verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.
Hann skal setast upp eftir roknskaparleisti hjá TAKS og viðfestast sum fíla
- Felagsskapir viðfesta sum Excel
- Íverksetarafeløg viðfesta sum PDF
- Partafeløg og smápartafeløg viðfesta sum PDF og XBRL
Viðfestisfunkan er á somu síðu sum sjálvuppgávan. Hjá partafeløgum, smápartafeløgum og íverksetarafeløgum eitur hon Skattlig sundurgreining. Hjá felagsskapum Skattaroknskapur.
Meirlestur
Kapitalvinningssjálvuppgáva
Skal latast inn, um vinningur hevur verið av ogn ella virðisbrøvum. Skal latast inn á Vinnuglugganum saman við sjálvuppgávuni. Skal tastast inn undir Sjálvuppgáva > Kapitalvinningssjálvuppgáva.
Vinningsbýtisuppgerð
Skal latast inn, um vinningur er útlutaður til eigarar. Skal tastast inn á Vinnuglugganum undir Sjálvuppgáva > Vinningsbýtisuppgerð. Innlatingarfreistin er 14 dagar eftir aðalfundaravgerð um útlutan.
Meirlestur
Um ikki, kann TAKS kann áleggja sekt, og Skráseting Føroya kann áleggja sekt og senda til tvingsilsavtøku
Sektin hjá TAKS er upp til 5.000 kr. fyri ávikavist sjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu, í alt upp til 10.000 kr. Verður framvegis ikki innlatið, metir TAKS um skattin og sendir felagnum eitt hoyringsskriv, har tað kann siga sína hugsan um metingina.
Sektin skal altíð rindast.
Innlatingarfreistin er 1. juli 2025
Tá skal fullfíggjað sjálvuppgáva, t.e. sjálvuppgáva, roknskapur og kapitalvinningssjálvuppgáva, vera TAKS í hendi.
Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.
Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.
Send okkum eina umsókn um at gerast brúkari. Heinta hana undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum". Avmynda ella skanna útfylta umsókn og send til taks@taks.fo ella til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka tænastuna.
Meirlesnaður
Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta Vinnugluggan?
Lat tá inn við oyðublaðnum "Sjálvuppgáva 2024 hjá feløgum". Heinta tað undir oyðubløðum her á síðuni.
So skalt tú brúka sjálvuppgávuna hjá borgarum. Tað verður í mars.
Hygg aftur tá.