Avskrivingarbæru bygningarnir eru lýstir í § 17, stk. 1, litra a-c, í avskrivingarlógini, her við okkara útgreiningum afturat.
§ 17, stk. 1, litra a: Bygningar, sum verða nýttir til handverk og ídnað
Treytir: Einki annað virksemi kann vera í bygninginum uttan handverk og ídnaður. Tó kunnu vera hølir til skrivstovur og goymslur, sum hoyra virkseminum til.
Víst verður til avskrivingarlógina og til landsskattanevndaravgerð, mál nr. 17/1989 og 18/1989. Sí lóg og avgerð undir snarslóðum her á síðuni.
§ 17, stk. 1, litra b: Bygningar, sum verða nýttir til gistingarhús og íbúðir
Treytir: Viðvíkjandi gistingarhúsum skal talan vera um gistingarhús burturav. Tað er, at tey skulu hava reseptión, dagliga reingerð og annað slíkt, sum hoyrir gistingarhúsum til. Talan kann ikki vera um vanlig sethús, sum eigarin røkir. Viðvíkjandi íbúðum skal talan vera um minst 10 íbúðir undir sama taki. Tað er ikki nóg mikið, at tær standa í somu gøtu ella sama øki.
Bæði gistingarhús og íbúðarbygningar kunnu hava hølir til skrivstovur og goymslur, sum hoyra virkseminum til.
Víst verður til avskrivingarlógina og til landsskattakærunevndaravgerð frá 26.06.2000. Sí lóg og avgerð undir snarslóðum.
§ 17, stk. 1, litra c: Aðrir bygningar, har minst 75% av gólvvíddini verða nýtt vinnuliga
Treytir: Einki krav er um, hvat fyri virksemi skal vera í bygninginum, bara tað er vinnuligt. Talan kann eisini vera um skrivstovur og goymslur. Tey eftirverandi 25% av bygninginum kunnu vera til privatnýtslu, tó at bert vinnuligi parturin kann avskrivast.
Upp í tey 75 prosentini kunnu roknast goymslur, sum hoyra virkseminum til.
Tey 75% skulu takast bókstavliga. Víst verður til avskrivingarlógina og til landsskattanevndaravgerð, mál nr. 17/1989 og 18/1989, har landsskattanevndin afturvísti avskriving av bygningi, har helmingurin av gólvvíddini varð nýttur vinnuliga. Sí avgerð undir snarslóðum.