Bindandi svar
Ein og hvør kann mótvegis gjaldi fáa bindandi svar frá TAKS um, hvørjar skattligu avleiðingarnar eru av eini gerð. Við hesum kann ein fáa vissu fyri, hvussu einhvør gerð verður skattað, og um hon er lóglig ella ikki. Samstundis skal bindandi svarið eisini flyta nakrar av uppgávunum hjá TAKS frá eftirliti til vegleiðing og tænastu.
Bindandi svar verður ikki givið um skattligar avleiðingar, ið viðvíkja tolllóggávuni. Bindandi svar verður heldur ikki givið, um spurt verður um loyvi ella undantaksloyvi til at fremja eina gerð, ið ikki lóglig.
Umsóknarblað til umbøn um bindandi svar er at finna undir oyðubløðum. Á umsóknarblaðnum er eisini vegleiðing um, hvussu tað skal fyllast út og sendast.
Kostnaðurin fyri bindandi svar er ásettur í § 25 e, stk. 2, í lógini um toll- og skattafyrisiting:
- Kr. 2.100 fyri bindandi svar um skattligar avleiðingar fyri spyrjaran.
- Kr. 10.500 fyri bindandi svar um skattligar avleiðingarnar fyri onnur enn spyrjaran av eini gerð, sum spyrjarin ætlar at fremja.
- Kr. 350 fyri hvønn byrjaðan arbeiðstíma oman fyri 40 tímar aftur at omanfyrinevnda.
Peningurin skal rindast á kontu hjá TAKS, samstundis sum umbønin um bindandi svar verður send. Kontunummur eru at finna undir snarslóðum.
Peningurin verður endurgoldin, um umbønin verður avvíst. Verður umbønin viðgjørd, verður peningurin ikki endurgoldin, sama um svarið upp á spurningin er játtandi ella noktandi.
Gjølligari kunning um bindandi svar kann lesast í skrivinum "VLS 2015" á bls. 246-257. Har kanst tú eitt nú lesa um viðgerðarmannagongd, kærumøguleikar og aðrar ásetingar.
Heinta skrivið undir snarslóðum.