Lurta

CRS fyri fíggjarstovnar og íløgufeløg

Síðan 1. januar 2016 hava Føroyar verið við í fleirtjóða avtalu, sum áleggur summum fíggjarstovnum og íløgufeløgum her á landi at lata TAKS upplýsingar um kontur hjá útlendskum kundum. TAKS letur tær síðan víðari til útlendskar skattamyndugleikar, sum háttlíka lata TAKS upplýsingar um kontur, sum herbúgvandi hava hjá teimum.

Avtalan, sum á enskum eitur Convention on Mutual Administrative Assistance in Tax Matters, skal gera skattaumsitingina effektivari. Hon er nágreinað í CRS‐kunngerðini, t.e. kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin.

Yvir hundrað lond eru við í avtaluni

Í øllum hesum londum útveksla skattamyndugleikarnir kontuupplýsingar sínámillum, antin teir lata ella fáa tær.

TAKS fær kontuupplýsingar frá hesum londum

Albania, Andorra, Anguilla, Antigua og Barbuda, Argentina, Aruba, Aserbadjan, Avstralia, Bahamas, Barain, Barbados, Belgia, Belis, Bermuda, Brasilia, Bretland, Bretsku Jomfrúoyggjarnar, Brunai, Bulgaria, Cookoyggjar, Danmark, Dominika, Ekvador, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Gana, Gibraltar, Grenada, Grikkaland, Grønland, Guernsey, Holland, Hong Kong, India, Indonesia, Isle of Man, Italia, Írland, Ísland, Ísrael, Japan, Jersey, Kanada, Katar, Kaymanoyggjarnar, Kekkia, Kili, Kina, Kolumbia, Kosta Rika, Kroatia, Kurakao, Kuvait, Kypros, Lettland, Libanon, Liktinstein, Litava, Luksemburg, Makau, Malaisia, Malta, Marshalloyggjarnar, Mauritius, Meksiko, Monako, Montserrat, Nauru, Nigeria, Noreg, Nýsæland, Pakistan, Panama, Portugal, Pólland, Rumenia, Russland, Sameindu Emirríkini, Samoa, San Marino, Saudiarabia, Seyskellurnar, Singapor, Slovakia, Slovenia, Spania, St Kitts og Nevis, St Lusia, St Maarten, St Vinsent og Grenadinurnar, Suðurafrika, Suðurkorea, Sveis, Svøríki, Turkaland, Turks- og Kaikosoyggjarnar, Týskland, Ungarn, Uruguai og Vanuatu.

TAKS letur kontuupplýsingar til hesi lond

Albania, Andorra, Antigua og Barbuda, Argentina, Aserbadjan, Avstralia, Barbados, Belgia, Brasilia, Bretland, Cookoyggjar, Danmark, Ekvador, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Gana, Gibraltar, Grenada, Grikkaland, Grønland, Guernsey, Holland, Hong Kong, India, Indonesia, Isle of Man, Italia, Írland, Ísland, Ísrael, Japan, Jersey, Kanada, Kekkia, Kili, Kina, Kolumbia, Kosta Rika, Kroatia, Kurakao, Kypros, Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemburg, Malaisia, Malta, Mauritius, Meksiko, Monako, Nigeria, Noreg, Nýsæland, Pakistan, Panama, Portugal, Pólland, Russland, San Marino, Saudiarabia, Seyskellurnar, Singapor, Slovakia, Slovenia, Spania, St Kitts og Nevis, St Lusia, Suðurafrika, Suðurkorea, Sveis, Svøríki, Turkaland, Týskland, Ungarn og Uruguai.

Listarnir eru vegleiðandi

Dagførdir listar eru á heimasíðuni hjá OECD. Finn teir soleiðis:

  1. Undir snarslóðum, vel Activated Exchange Relationships for CRS Information.
  2. Skrolla niður á hálva síðu.
  3. Í teigunum From jurisdiction og To jurisdiction, vel antin Faroe Islands ella Select all, alt eftir, um tú vilt síggja londini, sum TAKS sendir til ella fær frá.
Hvørjar fíggjarstovnar og íløgufeløg í Føroyum fevnir avtalan um?

Avtalan fevnir um teir fíggjarstovnar og tey íløgufeløg, sum CRS-kunngerðin undir einum kallar fráboðandi fíggjarligir stovnar í Føroyum

Gev gætur, at í CRS-høpi merkir orðið stovnur ikki bara størri og etableraðar eindir sum bankar og tílíkt, men eisini vanlig feløg, stór og smá, bert høvuðsendamál teirra er at gera íløgur. Tað er fyri at gera vart við hetta, at vit siga fíggjarstovnar og íløgufeløg, tó at fíggjarstovnur er nóg mikið.

Um hugtakið fráboðandi fíggjarstovnar í Føroyum er vegleiðandi siga, at talan er um løgfrøðiligar persónar ella skipanir, ið virka sum fyrisitingareindir, innskotseindir, spesifiseraðar tryggingareindir ella íløgueindir, og sum eru heimahoyrandi í Føroyum ella eru deildir hjá samsvarandi útlendskum fíggjarstovnum her.

Neyva og løgliga galdandi lýsingin av hugtakinum fráboðandi fíggjarstovnar í Føroyum stendur í CRS-kunngerðini

Har standa eisini neyvar lýsingar av, hvat einstøku orðini í kunngerðini merkja, t.e. fyrisitingarstovnur, innskotsstovnur, íløgueind o.s.fr.

Finn kunngerðina undir snarslóðum her á síðuni.

Tað liggur á fíggjarstovnum og íløgufeløgum sjálvum at fáa greiði á, hvørt avtalan fevnir um tey

Eru ivamál, er at spyrja sakførara ella grannskoðara.

TAKS hevur eftirlit við, at fíggjarstovnar og íløgufeløg halda skyldur sínar sambært CRS-kunngerðini

Verður ikki rætt og rættstundis innlatið, kann tað revsast við sekt.

Fíggjarstovnar og íløgufeløg, sum eru fevnd av avtaluni, skulu skráseta seg hjá TAKS

Tey skulu eisini árliga lata kontuupplýsingar hjá uttanlandsbúgvandi kundum sínum til TAKS.

Soleiðis skrásetir ein seg

Til at skráseta seg sum fráboðandi fíggjarstovn í Føroyum fyllir ein út og sendir inn oyðublaðið Skráseting sum fráboðandi fíggjarstovnur í Føroyum. Oyðublaðið er at finna undir snarslóðum her á síðuni. Tá ið skrásetingin er gjørd, útflýggjar TAKS eitt skrásetingarprógv.

Soleiðis letur ein inn kontuupplýsingar

Til at lata inn kontuupplýsingar nýtir ein skjalið XML Schema og vegleiðingina CRS User Guide. Hetta eru skjøl hjá OECD til endamálið. Heinta tey á heimasíðuni hjá OECD undir Automatic Exchange Portal. Leinkið til síðuna finnur tú undir snarslóðum.

Upplýsingarnar skulu latast inn til TAKS í seinasta lagi 1. mai árið eftir tað ár, upplýsingarnar viðvíkja. Er 1. mai frídagur, er freistin næsta gerandisdag.

Broyttar CRS-reglur í 2026

Í november 2024 skrivaðu Føroyar undir eina dagføring av reglunum fyri, hvussu fíggjarkontur við útlendskum tilknýti skulu skrásetast og fráboðast. Dagføringarnar verða væntandi settar í gildi 1. januar 2026.

Talan verður um ymiskar broytingar

Eitt nú verður galdandi, at:

  • hevur ein konta fleiri eigarar, skal talið á teimum upplýsast,
  • hevur man ræði á eini kontu, skal upplýsast, um tað er via stjórn, nýtslu, ognarskap ella annað.
  • kontuslag skal upplýsast – t.d. um tað er skuld, fyrisitingarkonta, innskotskonta, tryggingaravtala við kontantvirði ella eginogn,
  • allar kontur skulu flokkast sum annaðhvørt verandi kontur ella nýggjar kontur, og fíggjarstovnar skulu sanna, at galdandi eginváttan fyriliggur.

Í sambandi við eginváttanina verða eisini nýggjar reglur fyri, hvat fíggjarstovnar skulu gera, um eingin váttan er.

Fá yvirlit yvir allar broytingarnar

Sí part 2, Amendments to the Common Reporting Standard, í skjalinum International Standards for Automatic Exchange of Information in Tax Matters.

Fá meira at vita um CRS og TAKS

Heinta skjalið "Væntanir og eftirkanningar hjá TAKS av fíggjarstovnum í sambandi við CRS-standardin". Skjalið lýsir, hvat TAKS væntar av fíggjarstovnum í Føroyum í mun til CRS-standardin, og hvussu TAKS  eftirkannar, at gjørt verður sambært væntanunum.