Tá persónar og feløg, heimahoyrandi í øðrum londum, móttaka vinningsbýti frá føroyskum feløgum gerast tey avmarkað skattskyldig til Føroya. Av tí at hesi eru heimahoyrandi í øðrum londum, gerast tey eisini skattskyldig av vinningsbýtinum har. Her kann gerast talan um tvískatting, og fyri at loysa hetta, hava Føroyar gjørt tvískattaavtalur við ymisk lond, sum ásetur hvussu skatturin skal býtast (sí talvu niðanfyri). Mannagongdin er, at tað útlutandi felagið eftirheldur %-satsin, sum er galdandi í Føroyum (vanliga 35%), og síðan kann móttakarin søkja um at fáa afturrindað niður til tann %-sats, sum er ásettur sambært galdandi tvískattaavtalu.
Niðanfyri standandi talva vísir yvirlit yvir, hvørji lond Føroyar hava tvískattaavtalur við, sum viðvíkja býti av vinningsbýtisskatti. Talvan vísir prosentsatsin, sum Føroyar skulu hava í skatti.
Land | Feløg eiga minst 10% | Onnur |
Bretland | 5% | 15% |
India | 15% (eiga min. 25%) | 25% |
Sveis | 0% | 15% |
Norðurlond | 0% | 15% |
Dømi
Sum dømi kann nevnast ein persónur, sum er heimahoyrandi í Danmark, og fær útlutað vinningsbýti frá felag, heimahoyrandi í Føroyum. Tað útlutandi felagið hevur tá skyldu at eftirhalda vinningsbýtissatsin, sum er galdandi í Føroyum, sum vanliga er 35%. Fyri at loysa tvískatting í hesum føri, verður tvískattasáttmálin millum Norðurlond nýttur. Hesin ásetir, at Føroyar hava rætt til 15% av skattinum, meðan restin av skattinum verður afturrindaður. Um móttakarin var heimahoyrandi í India, so var rætturin hjá Føroyum 25% av skattinum.
Saman við umsóknini skal viðleggjast:
- Skjalprógv upp á móttikið vinningsbýti og goldna skattin
- Váttan frá skattavaldinum, har umsøkjarin er heimahoyrandi