Tænastuferð er ferð hjá starvsfólki í sambandi við arbeiði. Er tað á slíkari ferð, kann tað fáa endurgjald frá arbeiðsgevaranum fyri tað, tað rindar fyri ferðaseðlar, mat og uppihald á ferðini. Treytin er, at tað hevur fast starv, fasta løn og fastan dagligan arbeiðsstað at koma til í Føroyum.
Er endurgjaldið tað sama sum hjá tí almenna, er tað skattafrítt
Endurgjaldsupphæddir hjá tí almenna, tá ferðast verður í Føroyum:
- Tímapeningur: 15 kr.
- Fullur dagpeningur: 250 kr.
- Náttarviðbót, skjalprógvað við rokning, í mesta lagi: 1.100 kr.
- Náttarviðbót, ikki skjalprógvað: 230 kr.
Endurgjaldsupphæddir hjá tí almenna, tá ferðast verður uttanlands, standa í rundskrivi um tænastuferðir uttanlands. Gev gætur, at skrivið verður javnan dagført. Beinir leinkið til áður galdandi skriv, leita fram galdandi skriv á logir.fo.
Endurgjaldstreytir
- Dagpeningur verður goldin fyri hvørt fult samdøgur, sum tænastuferðin varir. Fyri hvønn byrjaðan tíma eftir hetta verður goldin tímapeningur.
- Fær starvsfólk fríar máltíðir á tænastuferðini, verður dagpeningurin og tímapeningurin minkaður við 30% fyri døgurða og 30% fyri nátturða.
- Byrjar tænastuferð eftir klokkan 7 og endar áðrenn klokkan 19 sama dag, verður ikki goldin tímapeningur.
- Rímiligar útreiðslur til mat o.a. verða endurgoldnar móti skjalprógvi.
- Náttarviðbót verður veitt fyri at hava ligið nátt burtur frá arbeiðsstaði. Ein nátt er 8 tímar.
- Skjalprógvar starvsfólk ikki útreiðslur til hotell ella líknandi, kann arbeiðsgevarin rinda náttarviðbót á 230 kr. fyri hvørja nátt. Náttarviðbót er ikki skattafrí, um arbeiðsgevarin hevur latið starvsfólkinum pláss at liggja nátt.
- Uppgerð og avrokning skulu gerast fyri hvørja ferð sær.
Dømi um endurgjald – skattafrítt og ikki
Dømi 1: Starvsfólk fer á skeið uttanlands og fær einki fyri tað uttan sína vanligu løn
Endurgjaldið til starvsfólkið er skattafrítt. So var ikki, um tað fekk onkra upphædd umframt lønina. Tá hevði tað hinvegin fingið rætt til samdøgursfrádrátt.
Dømi 2: Handverkari fer uttanlands at arbeiða
Endurgjaldið til handverkaran er ikki skattafrítt, tí hann ferðast ikki frá føstum dagligum arbeiðsstaði í Føroyum. Hann kann hinvegin fáa samdøgursfrádrátt, um uppihaldið uttanlands antin varir tveir samanhangandi mánaðir ella minst hundrað dagar í eitt tólv mánaða skeið.
Dømi 3: Handverkari hevur skiftandi arbeiðsstaðir í Føroyum og ferðast ímillum
Endurgjaldið til handverkaran er ikki skattafrítt, tí eingin fastur arbeiðsstaður er. Handverkarin kann í staðin hava rætt til ferðastuðul ella stuðul til dupult húsarhald.