Inntøka verður fyribilsskrásett við at senda TAKS eitt oyðublað, har ein metir um inntøkuna komandi árið. Finn skjalið undir snarslóðum. Best er at hava mett so neyvt um inntøkuna, sum til ber, tí tess rættari verður skatturin.
Um B-inntøka hevur verið undanfarin ár, verður nettoúrslitið frá hesum árum vanliga flutt fram sum inntøka at gjalda B-skatt eftir, um eingin broyting annars hevur verið gjørd hesum viðvíkjandi.