Í kolvetnisskattafyrisitingarlógini eru ásetingar um tær serligu skyldur, sum áliggja loyvishavarum í sambandi við at lata TAKS upplýsingar. Ásetingarnar siga, at loyvishavarin skal ókravdur lata skattavaldinum upplýsingarnar, sum eru nevndar í §§ 7 og 8. Hetta skal gerast í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at arbeiðið er byrjað.
Í § 7 er nevnt at upplýsingar um arbeiðsavtalur við feløg og persónar skulu latast TAKS. Upplýsast skal navn á felagi ella persóni, hvat slag av arbeiði avtalan er um, møguligt virkistal, nær og hvar arbeiði verður gjørt, sáttmálaupphædd, mett útgoldin løn og eitt avrit av møguligari avtalu.
§ 8 fevnir um skylduna hjá arbeiðsgevarum at lata TAKS upplýsingar um allar persónar, sum eru í starvi innan kolvetnisvinnuna. Upplýsast skal navn, føðingardagur, møguligt persóntal, bústaður, skattligur heimstaður, navn arbeiðsgevarans og møguligt v-tal, arbeiðspláss, slag av arbeiði og hvussu leingi arbeiðið væntast at vara.
Nevndu upplýsingar skulu latast uttan mun til, um nevndu feløg og persónar eru skattskyldig. Upplýsingar skulu tó ikki latast um feløg, sum einans eru veitarar av vørum, og sum ikki gera nakað arbeiði í føroyskum øki.
§ 10 fevnir um upplýsingarskylduna hjá flutningsfeløgum um ókravd at lata TAKS upplýsingar um nøvn á ferðafólkum, sum tey flyta til og frá økjum við kolvetnisvirksemi.