Kringvarpsgjald
Síðan 1. januar 2016 hevur TAKS kravt inn kringvarpsgjald fyri Kringvarp Føroya, eisini frá arbeiðsgevarum.
Gevið gætur
Frá og við juni 2024 er kringvarpsgjaldið hjá arbeiðsgevarum broytt fyri tey, sum hava eitt samlað árliga lønarútgjald millum 100.000,00 kr. og 499.999,99 kr., og fyri tey, sum hava eitt samlað árliga lønarútgjald millum 500.000,00 kr. og 999.999,99 kr. Gjaldið er lækkað frá ávikavist 2.000,00 kr. til 1.500,00 kr. og frá 3.500,00 kr. til 3.000,00 kr.
Av tí at broytingin kom í gildi mitt í árinum, er gjaldið roknað niður við 7/12 av 500 kr., sum svarar til 292 kr. Tey, sum hava longu goldið kringvarpsgjaldið, eiga nú 292 kr. til góðar. Tey, sum eiga pening til góðar, kunnu síggja hetta á vinnuglugganum, undir Kontur > Kontuyvirlit.
Til ber antin at:
- fáa tilgóðahavandi útgoldið, ella
- fáa hetta góðskrivað komandi rokning.
Um tú hevur pening til góðar og vilt hava hann útgoldnan, set teg í samband við TAKS og upplýs kontunummar.
Tað gera allir landsstovnar, kommunalir stovnar, sjálvsognarstovnar, interkommunalir felagsskapir og øll partafeløg og smápartafeløg.
Støddin á gjaldinum verður ásett eftir samlaðu lønarútreiðslunum árið fyri innkrevjingarárið. Intervallini síggjast í talvuni niðanfyri:
Lønarútr. frá: | Lønarútr. til: | Ársgjald: |
0,00 kr. | 99.999,99 kr. | 0,00 kr. |
100.000,00 kr. | 499.999,99 kr. | 1.500,00 kr.1) |
500.000,00 kr. | 999.999,99 kr. | 3.000,00 kr.1) |
1.000.000,00 kr. | 2.999.999,99 kr. | 7.000,00 kr. |
3.000.000,00 kr. | 6.999.999,99 kr. | 8.000,00 kr. |
7.000.000,00 kr. | 9.999.999,99 kr. | 9.000,00 kr. |
10.000.000,00 kr. | 12.000,00 kr. |
1) Frá 1. juni 2024 er gjaldið lækkað frá ávikavist 2.000,00 kr. til 1.500,00 kr. og frá 3.500,00 kr. til 3.000,00 kr.
Talan er um árligt gjald, ið verður innkravt við rokning.