Tað skulu samtaksfeløg (feløg og fastir rakstrarstaðir), sum eru ultimativ móðurfeløg ella umboðsmóðurfeløg í fleirtjóða samtøkum, og sum hava ein samlaðan umsetning fyri alt samtakið á minst 5,6 milliardir krónur í eitt roknskaparár.
Markið á 5,6 milliardir krónur skal tulkast sambært vegleiðing hjá OECD um gjaldoyrasveiggj. Sí bls. 21 í "Vegleiðing um íverkseting av land fyri land-frágreiðing" undir snarslóðum her á síðuni.
Hevur fleirtjóða samtak fleiri innlatingarskyldig samtaksfeløg í Føroyum, skulu hesi sambært § 118 d, stk. 2, 1. pkt. í skattalógini sínámillum gera av, hvat teirra skal lata inn frágreiðingina. Les meira hesi viðurskifti niðari á síðuni í partinum Fráboðan um innlatingarskyldu.
TAKS skal hava avrit av fulltrú, um triðipersónur letur inn vegna samtaksfelagið.
Undantaksreglan
Hóast samtaksfelag sambært nevndu reglum eigur at lata inn land fyri land-frágreiðing til TAKS, so skal kortini ikki latast inn, um fleirtjóða samtakið samstundis letur inn land fyri land-frágreiðing fyri sama roknskaparár í rættardømi, sum hevur avtalu við Føroyar um útveksling av land fyri land-frágreiðingum.
Tílík útvekslingsavtala kom í gildi í mai 2023, og TAKS hevur hana við fleiri lond. Síggj tey við undir snarslóðum at klikkja á leinkið: Heimasíðan hjá OECD: Virkjaðar avtalur um útveksling av land fyri land-frágreiðing. Komin á síðuna, skriva Faroe Islands í leitigluggan, og londini koma fram.
Sjálva útvekslingsavtaluna sært tú undir leinkinum: Fleirtjóða avtala um útveksling av land fyri land-frágreiðingum.
Samtaksfelagið skal tó altíð lata TAKS fráboðan um innlatingarskyldu
Annars er undantaksreglan ikki galdandi. Les meira um hesa fráboðan niðari í partinum Fráboðan um innlatingarskyldu.