Partafeløg, smápartafeløg, kommanditfeløg, sparikassar og lutafeløg, sum hava partapening, inngoldnan innskotspening, ábyrgdarpening ella lutapening, ið er kr. 50.000 ella meiri, umframt vinnurekandi grunnar og tryggingarfeløg og íverksetarafeløg, gjalda av uppgjørdu inntøkunum 18% í skatti. Skatturin verður býttur við 30% sum kommunuskattur og 70% sum landsskattur.
Feløg, grunnar o.o., sum í inntøkuuppgerðini hava hall, kunnu draga hallið frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni. Hall kann ikki flytast mótsettan veg.