Feløg, sum kunnu fáa skattafrælsi eru t.d. tryggingarfeløg, vinnurekandi grunnar, fastognalánsfeløg, útlánsfeløg, veðlánsfeløg o.o. feløg. Feløgini eru nærri útgreinað í skattalógini § 1, stk. 1, nr. 9, 10 og 14.
Nærri ásetingar eru um, undir hvørjum treytum skattafrælsi verður játtað:
- Í viðtøkunum skal vera ásett, hvussu farast skal fram, um felagið verður avtikið, og hvar ognir felagsins fara við avtøku. Trygd skal vera fyri, at ognirnar fara til endamál, nevnd omanfyri (kunngerð nr. 86 frá 1999 um skattafrælsi §2, stk. 1).
- Hetta vil m.a. eisini siga, at felagið á hvørjum ári skal lata TAKS roknskap saman við sjálvuppgávuni, sum vísir, hvussu vinningurin er nýttur í roknskaparárinum. Roknskapurin skal somuleiðis vísa, um útgjaldingar til persónar er løn til starvsfólk, samsýning til nevndarlimir ella løn fyri annað arbeiði.