Inntøka, sum kann koma undir tonsaskatt, er skattskyldig inntøka í sambandi við vinnuligt virksemi við at flyta ferðafólk ella góðs (reiðarívirksemi) millum ymisk støð við
- skipum hjá reiðaríum
- skipum sum verða leigað uttan manning (bareboat-charter), og
- skipum, sum verða leigað við manning (timecharter) í upp til tveir mánaðir.
Eitt felag vil tí bert hava rætt til at vera undir tonsaskatti, um felagið rekur veruligt reiðarívirksemi við egnari ella leigaðari tonnasju (bareboat-charter) ella (timecharter).
Skip, sum reiðarí eiga, og sum verða útleigað, kunnu bert koma undir lógina, um leigarin nýtir tey til endamál, sum hevði komið undir lógina, um útleigarin sjálvur nýtti skipið til sama endamál.
Harumframt kunnu skip, sum reiðarí eiga, og sum verða útleigað uttan manning (bareboat-charter), bert koma undir hesa lóg, um reiðarí, grundað á fyribils yvirkapasitet, leiga skipini út í mesta lagi í trý ár.
Sama skip kann bert koma undir hesa áseting eina ferð, meðan sama reiðarí eigur skipið.
Tað er sostatt ein treyt fyri, at skip, sum verður útleigað, kann verða fevnt av tonsaskattaskipanini, um leigarin nýtir skipið til endamál, sum hevði komið undir tonsaskattalógina, at útleigarin sjálvur nýtti skipið til sama endamál.
Innan fyri shippingvinnuna er tað ikki óvanligt, at raksturin av skipinum heilt ella partvíst verður útveittur til eitt óheft fyristøðufelag. Tílík fyristøðufeløg gera vanliga ymiskar uppgávur av fyrisitingarligum slag fyri skipaeigararnar/reiðaríið, so sum manningafyrisiting, tekniska fyrisiting og viðlíkahald av skipinum.
Ikki heldur er tað óvanligt, at reiðarívirksemi verður rikið av øðrum felag, enn skipaeigarunum, og at eigararnir í veruleikanum bert eru óvirknir íleggjarar.
Um umsitingarfelagið í veruleikanum einans útinnir avmarkaðar uppgávur fyri eigaran/reiðaríið, sum hevur ta fíggjarligu ábyrgdina av rakstrinum av skipinum við at skipa fyri ferðafólka- og fraktrutum hjá skipunum, fraktavtalum, keyp og sølu av skipum o.ø., so rekur umsitingarfelagið ikki vinnuligt reiðarívirksemi/flutningsvirksemi við egnum ella leigaðum skipum. Tí kann umsitingarfelagið ikki skattast eftir tonsaskattalógini, men skal skattast eftir vanligu reglunum í skattalógini.