Vinningsbýti verður roknað við í uppgerðina av skattskyldigu inntøkuni eftir kapitalvinningsskattalógini. Feløg, grunnar o.o., sum eru fult skattskyldig í Føroyum, og sum eiga partapening ella innskotspening í tí útlutandi felagnum, skulu ikki gjalda skatt av vinningsbýtinum, og skattur skal ikki latast av vinningsbýti til partabrøv, sum tað útlutandi felagið sjálvt eigur.
Útlutandi felagið hevur skyldu at eftirhalda skatt av vinningsbýti, og skal skatturin saman við eini vinningsbýtisuppgerð latast inn til TAKS í seinasta lagi 14 dagar eftir, at avgerð er tikin um at luta út. Vinningsbýtisuppgerðin skal vísa, hvussu skatturin er roknaður, og hvørjir persónar og feløg fáa útlutað vinningsbýti. Um útlutað verður til feløg, sum ikki skula rinda skatt, skal hetta eisini síggjast á uppgerðini.
Skattur skal eisini haldast aftur í sambandi við keyp av egnum partabrøvum, um seljarin ikki hevur fingið loyvi frá TAKS-ráðnum um, at sølan skal gerast upp sum vanlig avhendan.
Skatturin áliggur tó móttakaranum í síðsta enda.